Web Analytics Made Easy - Statcounter

See also ebooksgratis.com: no banners, no cookies, totally FREE.

CLASSICISTRANIERI HOME PAGE - YOUTUBE CHANNEL
Privacy Policy Cookie Policy Terms and Conditions
Nýsæland - Wikipedia

Nýsæland

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

New Zealand
Aotearoa
Flagg Nýsæland
(Flagg Nýsæland)
Skjaldarmerki Nýsæland
(Skjaldarmerki Nýsæland)
Tjóðarmotto: Onki
Tjóðsangur: «God Defend New Zealand»
Alment mál Enskt og Maoriskt
Høvuðsstaður Wellington
Drotning Elisabeth II
Løgmaður Helen Clark
Fullveldi 26. september 1907
(frá Stóra Bretland)
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
268 680 km²
2.1 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2007
 - tættleiki
 
4 252 000
15,36/km²
Gjaldoyra Nýsælandsk dollar (NZD)
Tíðarzona UTC +12
Alnet økisnavn .nz
Telefonkota +64
Spenningur

Nýsæland (enskt; New Zealand), er eitt stórt land í Oseania. Høvuðsstaður er Wellington og aðrir stórir býir er Auckland, Christchurch, Hamilton, Dunedin og Palmertson North. Slakar 4.2 milliónir fólk búgva í Nýsælandi; minni enn helvtin av fólkinum í New York ella London. Næstan tríggir fjórðingar búgva í Norðuroy, flestu teirra í býum. Í Nýsælandi eru 20 ferðir so nógvir seyðir sum fólk.


Innihaldsyvirlit

[rætta] Søga

James Cook
James Cook

Um 1000 sigldu nakrir polynesar mangar hundrað fjórðingar í opnum bátum og búsettu seg á báðum teimum stóru oyggjunum í Nýsælandi, Norðuroynni og Suðuroynni. Við sær høvdu teir plantur, sum teir høvdu dyrkað, har teir búðu frammanundan til dømis søtepli, jamsrót, taro og grasker. Bara søteplini vuksu, men í Nýsælandi funnu teir annað etandi, til dømis moafuglin, skeljar og átuligar trøllakampar. Hildið verður, at fólkið í Suðuroynni livdi sum útróðrarmenn og savnarar, til bretski rannsóknarfarin James Cook kom hagar í 1769. Í Norðuroynni bar væl til at velta epli, men hvørt ár kom spilla í grøðina, tá ið nakað leið frá. Tí gróvu maoriar stór hol niður í jørðina, so at eplini kundu goymast í jøvnum hita, so at tey ikki spiltust. Soleiðis gjørdist bøndurnir sjálvbjargnir við mati.

Frá 1840 til 1907 var Nýsæland bretskt hjáland, men landið gjørdist sjálvstøðug tjóð í 1947. Upprunafólkið – maoriar – eru enn um tíggjundaparturin av fólkinum. Nýsæland er framburðssinnað land og varð fyrsta land í heiminum, sum veitti konufólkið valrætt og setti vælferðarskipan í gildi.

Meðan ein afturhaldsstjórn, sum lívgaði ríku góðseigararnar, hevði valdið, var stór fíggjarkreppa í Nýsælandi næstan øll árini frá 1870 til 1890. Eftir hart stríð fyri at fleiri skuldu fáa valrætt, játtaði stjórnin í 1889 umsíðir øllum monnum yvir 21 ár valrætt. Árið eftir var tjóðartingsval og meiriluti var fyri einari frílyntari stjórn, sum alt fyry eitt setti í gildi sosialar ábøtur. Ímillum teirra vóru ídnaðarlógir, sum høvdu eftirlit við arbeiðsumstøðum og arbeiðstíð, stigvaksandi skattaskipan, gerðardómstólar í ídnaðinum, ellisrentu og 19. september í 1893 valrætt fyri konufólk. Tað var fyrstu ferð í søguni, at eitt land hevði givið konufólki valrætt.

Bretska hjálandið Nýsæland fekk stýrisskipanarlóg í 1852 og varð býtt í seks landslutir. Í 1856 varð stjórn stovnað, sum fekk myndugleika yvir øllum landslutunum, og Nýsæland var enn verandi sjálvstýrandi hjáland í hálva øld. Hesa tíðina førdi landið ein samfelagspolitikk, sum mundi vera ein hin mest framtakssinnaði í heiminum. Í 1901 noktaði Nýsæland at fara upp í nýstovnaða Avstraliasamveldið, og í 1907 gjørdist landið sjálvstýrandi partur í Bretska Heimsveldinum.

Heimskreppan síðst í 1920-árunum, elvdi til stóra afturgongd í nýsælendska búskapinum. Prísurin á útflutningsvørum fór niður í helvt, landið fekk ikki lán, og arbeiðsloysið vaks ógvuliga skjótt. Stjórnin, sum hevði valdið, tóktist ikki at verða før fyri at vinna á kreppuni, og tí vann arbeiðaraflokkurin í Nýsælandi tjóðartingsvalið í 1935 á fyrsta sinni. Flokkurin vann stórsigur, tí hann í valstríðnum hevði hann lovað at loysa trupulleikarnar í landinum. Ríkið tók beinan vegin stór lán, tjóðartingið ásetti fastan prís á landbúnaðarvørur, og arbeiðsvikan varð stytt niður í 40 tímar. Í 1938 viðtók tingið lóg um almannaveitingar til øll, sum ikki høvdu nóg mikið til lívsins uppihald.

[rætta] Fólkið

Wellington
Wellington
Auckland
Auckland

Nýsæland var eitt av seinastu londum í heiminum, sum varð ónomið. Fyrstu fólk at seta seg niður her vórðu maoriar, ið komu higar úr Polynesia um ár 950. Hóast flestu maoriar nú á døgum hava lagað seg til at liva sum fólkið í vesturheiminum, hava teir goymt mentan sína - málið, listina og stórhúskið. Maoriar hava umboð í tinginum, og stig eru tikin til at tryggja teimum somu rættindi og møguleikar sum onnur, tá ið talað verður um heilsurøkt, útbúgving og arbeiði - rættindi, teir ikki hava havt áður.

Lýtt veður og vøkur, stórfingin náttúra gera, at fólk eru nógv úti, og at nógv frítíðarvirksemi eisini er uttandura í Nýsælandi. Nýsælendingum dámar væl alla ítrótt, til dømis at ganga og klíva í fjøllunum, sigla í kano, sigla við seglbáti og at spæla rugby.


[rætta] Búskapur

Stórar albeittar fløtur og lýtt og vátligt veðurlag gera, at Nýsæland er gott landbúnaðarland; helst til dýrahald, neyt og seyð. Seyðaskipanin er 60 milliónir (um 20 til hvørt fólk) og 8 milliónir neyt. Tríggir fjórðingar av nýsælendska útflutninginum eru búnaðarvørur. Nýsæland er ímillum tey lond í heiminum, sum flytur mest út av ull, frystum kjøti, osti og smøri. Ein onnur týdningarmikil vinna er fiskiskapur. Av tí at Nýsæland er á suðurhálvu, kunnu bøndurnir har dyrka frukt, meðan vetur er í keyparalondunum á norðurhálvu. Mong ferðafólk koma til Nýsælands, helst at njóta náttúruna og sunna uttanduralívið.


[rætta] Landafrøði

Nýsæland er um 1500 km í ein landsynning úr Avstralia. Landið er mest sum bara tvær stórar oyggjar – Norðuroy og Suðuroy, men eisini eru fleiri smáar oyggjar. Í Norðuroy er veðurlagið lýtt og milt, og har eru mong gosfjøll. Í Suðuroy er kaldari, og har eru jølar, høg fjøll og stórir skógir.


[rætta] Landslutur

Northland Auckland Auckland Auckland Waikato Bay of Plenty East Cape Hawke's Bay Taranaki Manawatu-Wanganui Wellington Tasman Tasman Nelson Marlborough Marlborough West Coast West Coast Canterbury Otago Southland Southland
Regions of New ZealandAbout this image
Landslutur Høvuðsstaður Vídd (km²) Íbúgvar ISO 3166-2 Code
1 Northland Whangarei 13,941 152,700 NZ-NTL
2 Auckland Auckland 16,140 1,371,000 NZ-AUK
3 Waikato Hamilton 25,598 395,100 NZ-WKO
4 Bay of Plenty Tauranga 12,447 265,300 NZ-BOP
5 East Cape Gisborne 8,351 46,000 NZ-GIS
6 Hawke's Bay Napier 14,164 152,100 NZ-HKB
7 Taranaki New Plymouth 7,273 107,300 NZ-TKI
8 Manawatu-Wanganui Palmerston North 22,215 229,400 NZ-MWT
9 Wellington Wellington 8,124 466,300 NZ-WGN
10 Tasman Richmond 9,786 45,800 NZ-TAS
11 Nelson Nelson 445 44,300 NZ-NSN
12 Marlborough Blenheim 12,484 43,600 NZ-MBH
13 West Coast Greymouth 23,000 32,100 NZ-WTC
14 Canterbury Christchurch 45,845 540,000 NZ-CAN
15 Otago Dunedin 31,476 199,800 NZ-OTA
16 Southland Invercargill 30,753 93,200 NZ-STL


[rætta] Hygg einsini at

Onnur mál


aa - ab - af - ak - als - am - an - ang - ar - arc - as - ast - av - ay - az - ba - bar - bat_smg - bcl - be - be_x_old - bg - bh - bi - bm - bn - bo - bpy - br - bs - bug - bxr - ca - cbk_zam - cdo - ce - ceb - ch - cho - chr - chy - co - cr - crh - cs - csb - cu - cv - cy - da - de - diq - dsb - dv - dz - ee - el - eml - en - eo - es - et - eu - ext - fa - ff - fi - fiu_vro - fj - fo - fr - frp - fur - fy - ga - gan - gd - gl - glk - gn - got - gu - gv - ha - hak - haw - he - hi - hif - ho - hr - hsb - ht - hu - hy - hz - ia - id - ie - ig - ii - ik - ilo - io - is - it - iu - ja - jbo - jv - ka - kaa - kab - kg - ki - kj - kk - kl - km - kn - ko - kr - ks - ksh - ku - kv - kw - ky - la - lad - lb - lbe - lg - li - lij - lmo - ln - lo - lt - lv - map_bms - mdf - mg - mh - mi - mk - ml - mn - mo - mr - mt - mus - my - myv - mzn - na - nah - nap - nds - nds_nl - ne - new - ng - nl - nn - no - nov - nrm - nv - ny - oc - om - or - os - pa - pag - pam - pap - pdc - pi - pih - pl - pms - ps - pt - qu - quality - rm - rmy - rn - ro - roa_rup - roa_tara - ru - rw - sa - sah - sc - scn - sco - sd - se - sg - sh - si - simple - sk - sl - sm - sn - so - sr - srn - ss - st - stq - su - sv - sw - szl - ta - te - tet - tg - th - ti - tk - tl - tlh - tn - to - tpi - tr - ts - tt - tum - tw - ty - udm - ug - uk - ur - uz - ve - vec - vi - vls - vo - wa - war - wo - wuu - xal - xh - yi - yo - za - zea - zh - zh_classical - zh_min_nan - zh_yue - zu -