Kyrrahavsoyggjarnar
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Hesar ovurnógvu oyggjar eru um stóran part í Kyrrahavi suður úr Landsynningsásia. Avstralásia er Avstralia, Nýsæland, Papua Ný Guinea og ørgrynni av oyggjum tætt við. Avstralia er einasta land, sum er stórt meginland og heimspartur, tann minsti av teimum sjey heimspørtum. Avstralásia er tíðum knýtt at trimum meginoyggjabólkum í Kyrrahavi: Melanesia, Mikronesia og Polynesia. Hesir oyggjabólkar eru partar av einum uppaftur størri øki nevnt Oseania. Veðurlagið og landslagið í Avstralásia og Oseania er líka fjølbroyy sum økið sjálvt: til dømis í Norðuravstralia vaksa regnskógir, í Nýsælandi eru jøklar, og í mongu Kyrrahavsoyggjunum eru pollar og gosfjøll.
[rætta] Lond
Land | Vídd (km²) |
Íbúgvar (1. juli 2002) |
Høvuðsstaður | |
---|---|---|---|---|
Avstralásia | ||||
Avstralia | 7 686 850 | 19 546 792 | Canberra | |
Jólaoyggj (Avstralia) | 135 | 474 | Flying Fish Cove | |
Kokosoyggjar (Avstralia) | 14 | 632 | West Island | |
Nýsæland | 268 680 | 3 908 037 | Wellington | |
Norfolkoy (Avstralia) | 35 | 1 866 | Kingston | |
Melanesia | ||||
Fiji | 18 270 | 856 346 | Suva | |
Indonesia | 499 852 | 4 211 532 | Jakarta | |
Ný-Kaledonia (Frakland) | 19 060 | 207 858 | Nouméa | |
Eysturtimor | 15 007 | 952 618 | Dili | |
Papua Ný Guinea | 462 840 | 5 172 033 | Port Moresby | |
Sálomonsoyggjar | 28 450 | 494 786 | Honiara | |
Vanuatu | 12 200 | 196 178 | Port Vila | |
Mikronesia | ||||
Mikronesia | 702 | 135 869 | Palikir | |
Guam (USA) | 549 | 160 796 | Hagåtña | |
Kiribati | 811 | 96 335 | Bairiki | |
Marshalloyggjar | 181 | 73 630 | Majuro | |
Nauru | 21 | 12 329 | Yaren | |
Norður-Marianoyggjar (USA) | 477 | 77 311 | Saipan | |
Palau | 458 | 19 409 | Melekeok | |
Polynesia | ||||
Amerikanska Sámoa (USA) | 199 | 68 688 | Pago Pago, Fagatogo | |
Cookoyggjar (Nýsæland) | 240 | 20 811 | Avarua | |
Franska Polynesia (Frakland) | 4 167 | 257 847 | Papeete | |
Niue (Nýsæland) | 260 | 2 134 | Alofi | |
Pitcairnøyene (Stóra Bretland) | 47 | 46 | Adamstown | |
Sámoa | 2 944 | 178 631 | Apia | |
Tokelau (Nýsæland) | 10 | 1 431 | Onki | |
Tonga | 748 | 106 137 | Nuku'alofa | |
Tuvalu | 26 | 11 146 | Vaiaku | |
Wallis-Futuna (Frakland) | 274 | 15 585 | Mata-Utu | |
Total | 9 008 458 | 35 834 670 |
Heimspartar |
---|
Afrika | Antarktis | Asia | Kyrrahavsoyggjarnar | Evropa | Norðuramerika | Suðuramerika |