Web Analytics Made Easy - Statcounter

See also ebooksgratis.com: no banners, no cookies, totally FREE.

CLASSICISTRANIERI HOME PAGE - YOUTUBE CHANNEL
Privacy Policy Cookie Policy Terms and Conditions
Avstralia - Wikipedia

Avstralia

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Commonwealth Of Australia
Flagg Avstralia
(Flagg Avstralia)
Skjaldarmerki Avstralia
(Skjaldarmerki Avstralia)
Tjóðarmotto: Onki (tíðliga: «Advance Australia»)
Tjóðsangur: <<Advance Australia Fair>>
Alment mál Enskt
Høvuðsstaður Canberra
Drotning Elisabeth II
Løgmaður John Howard
Fullveldi 1. januar 1901
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
7 692 030 km²
1 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2007
 - tættleiki
 
20 817 000
2,6/km²
Gjaldoyra Avstralskt dollar (AUD)
Tíðarzona UTC +8 til +11
Alnet økisnavn .au
Telefonkota +61
Spenningur

Avstralia (Enskt: Commonwealth Of Australia ella Australia) er eitt land í Oseania í Kyrrahavinum. Høvuðsstaður er Canberra, londinum hevur umleið 20 mió íbúgvar og høvuðsmálið er enskt. Størsti býurin er Sydney við 4,5 mió íbúgvar. Landið er stórt, næstan líka stórt sum Brasil. Har er lítið avfall, og tveir triðingar av landinum eru oyðimørk. Meginparturin av fólkinum býr í stórum býum við strondina. Norðan Torressund, bara 75 fjórðingar úr Avstralia, er Papua Ný Guinea. Í 1901 fekk Avstralia sjálvstýri og gjørdist sjálvstýrandi partur í bretska heimsveldinum, tá ið tey seks hjálondini vórðu savnað undir eina samveldisstjórn.


Innihaldsyvirlit

[rætta] Søga

Fyri góðum 200 árum síðan búði bara upprunafólk, aboriginar, í Avstralia.

Í 1770 sigldi bretski rannsóknarfarin James Cook inn í Botanyflógva og lýsti nýfunna landið sum breskt land.

Um 1880 var Avstralia í seks hjálondum. Hvørt teirra hevði egnu fyrisiting og var beinleiðis undir bretsku stjórnini. Mong húski høvdu búð har í fýra ættarlið. Mentanarliga sambandið ímillum Avstralia og Bretland var farið at dragna, og avstraliar høvdu fingið sín egna samleika; teir skapaðu sína egnu list og høvdu enntá kriketlið, sum spældu ímóti bretskum liðum. Arbeiðarafeløgini hildu fyrsta landsfund sín at skunda undir nýskipanir, til dømis ar arbeiðsdagurin skuldi verða í mesta lagi 8 tímar. Hjálondini samdust um at leggja saman. Í 1901 varð ein stjórn stovnað, ið hevði myndugleika yvir Avstraliasamveldinum, sjálvt um hvørt hjáland hevði sína egna økisfyrisiting. Samveldisstjórnin var enn undir bretskum yvirvaldi, men sum árini liðu, fekk hon alt størri og størri sjálvræði. Tey ríku í Avstralia kendu seg enn sum bretar, men fátæku arbeiðaranir kendu seg heldur sum avstraliar. Sterk arbeiðarafeløg førdu sjálvstýrispolitikk, umframt at tey stríddist fyri at bøta um kor arbeiðaranna.

Mangir tilflytarar komu higar; Teir fyrstu úr Bretlandi og øðrum londum í Evropa, men seinni eisini úr Ásia. Øll hava tey verið við til at skapa fjølbroyttu mentanina í hesum ovurstóra landi. Ull, hveiti og steinsløg sum til dømis jarnmálmur, kol og kopar hava gjørt Avstralia til múgvandi land, og flestu fólk hava góð lívskor.

Orðið aborigin merkir ,,úr upphavi”, og upprunafólkið sigur seg hava búð í Avstralia, síðan heimurin varð til. Tey lagaðu seg eftir náttúruni, sum var teimun alkunnug: Konufólkini savnaðu frukt, nøtir og ormverur, og menninir veiddu dýr - kenguru og posabjørn. Grundarlagið undir mentan teirra er dreymatíðin, tíðin tá ið heimurin og alt livandi vórðu skapað.

[rætta] Fíggjarliga støðan

Avstralia er eitt land, sum er sera fíggjarliga framkomið, sum er av tí, at atgongd er til nógvar ressursir. Mineralir, petroleum, kol og gull er tað, sum útflutt verður mest av, og landið framleiðir 95% av verðins opalum. Avstralia framleiðir eisini mest av ull útflytir mest neytakjøt. Í landinum eru 140 miljónir seyðir og 24 miljónir neyt. Mest handilssamband hava avstraliubúgvar við Japan, og teir hava fríhandilsavtalu við USA. Tey seinastu árini er turisman eisini farin at geva nógvan pening av sær.


[rætta] Landafrøði

Turrasti heimspartur, har fólk býr, er Avstralia – og eisini flatasti og har jørðin gevur minst av sær. Bara í landssynningshorninum er liviligt í veðrinum, og flest fólk búgva har, har tað eisini er subtropiskt. Í norðurparturin av landinum er tropiskt veður, og har veksur skógur, regnskógur, landslag við slættum, mangrovublotar og oyðimørk. Veðurlagið ávirkast sera nógv av havstreymum, og serliga fyribrigdinum El Niño, sum ger so tað stundum er turkur, og av tropiskum lágtrýstsstreymum, sum gera syklonir har norðuri í landinum. Verðins størsta korallriv, Korallrivið Mikla, gongur 2000 km eftir landnyrðingssjóvarmálanum. Verðins størsti monolittur, Mount Augustus, liggur í vesturavstralia.
Hægsti depil er Koscluskofjall, sum er 2229 m.


Kort yvir Avstralia (trýst á myndini)
Kort yvir Avstralia (trýst á myndini)


Stað Høvuðsstaður Íbúgvar
1 New South Wales Sydney 6 817 100
2 Viktoria Melbourne 5 110 500
3 Queensland Brisbane 4 164 590
4 Vestur Avstralia Perth 2 050 900
5 Suður Avstralia Adelaide 1 558 200
6 Tasmania Hobart 489 600
7 Norður Land Darwin 207 700
Avstralia Canberra 20 398 590



[rætta] Sí eisini

Onnur mál


aa - ab - af - ak - als - am - an - ang - ar - arc - as - ast - av - ay - az - ba - bar - bat_smg - bcl - be - be_x_old - bg - bh - bi - bm - bn - bo - bpy - br - bs - bug - bxr - ca - cbk_zam - cdo - ce - ceb - ch - cho - chr - chy - co - cr - crh - cs - csb - cu - cv - cy - da - de - diq - dsb - dv - dz - ee - el - eml - en - eo - es - et - eu - ext - fa - ff - fi - fiu_vro - fj - fo - fr - frp - fur - fy - ga - gan - gd - gl - glk - gn - got - gu - gv - ha - hak - haw - he - hi - hif - ho - hr - hsb - ht - hu - hy - hz - ia - id - ie - ig - ii - ik - ilo - io - is - it - iu - ja - jbo - jv - ka - kaa - kab - kg - ki - kj - kk - kl - km - kn - ko - kr - ks - ksh - ku - kv - kw - ky - la - lad - lb - lbe - lg - li - lij - lmo - ln - lo - lt - lv - map_bms - mdf - mg - mh - mi - mk - ml - mn - mo - mr - mt - mus - my - myv - mzn - na - nah - nap - nds - nds_nl - ne - new - ng - nl - nn - no - nov - nrm - nv - ny - oc - om - or - os - pa - pag - pam - pap - pdc - pi - pih - pl - pms - ps - pt - qu - quality - rm - rmy - rn - ro - roa_rup - roa_tara - ru - rw - sa - sah - sc - scn - sco - sd - se - sg - sh - si - simple - sk - sl - sm - sn - so - sr - srn - ss - st - stq - su - sv - sw - szl - ta - te - tet - tg - th - ti - tk - tl - tlh - tn - to - tpi - tr - ts - tt - tum - tw - ty - udm - ug - uk - ur - uz - ve - vec - vi - vls - vo - wa - war - wo - wuu - xal - xh - yi - yo - za - zea - zh - zh_classical - zh_min_nan - zh_yue - zu -