Jørðin
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jørðin, bústaður okkara í alheiminum, er ein av teimum níggju gongustjørnunum, sum eru í rongrás um sólina. Hon er einasti himinknøttur, sum vísindamenn vita, at lív er á, tí at í lofthavinum um jørðina er súrevni og í høvunum vatn - Bæði treyt fyri øllum lívi. Stívliga tveir triðingar av jørðini eru vatn, í høvum, ísi, vøtnum og áum. Tað, ið eftir er, eru sjey ovurstór meginlond, kallað heimspartar, við skiftandi landslagi og fjølbroyttari náttúru. Har eru høgir og óførir fjallaryggir, langar áir og víðar oyðimerkur. Teir sjey heimspartarnir, sum eru turra lendið oman sjóvar á jørðini, eru Ásia, Afrika, Norðuramerika, Suðuramerika, Antarktis, Evropa og Kyrrahavsoyggjarnar við Avstralia (eftir stødd). Kring Norðurpólin og Suðurpólin eru póløki, sum ikki sæst á einum fløtum korti, men tað sæst á globusunum.
Okkara sólarskipan og jørðin vórðu skapað fyri um 4,6 milliardum árum síðan. Einar 3,5 milliardir ár eru liðin, síðan fyrsta, einfalda lív kyknaði á jørðini. Og tá ið enn eitt ófatiliga langt tíðarskeið var runnið, høvdu fyrstu, einfaldu verurnar ment seg til fullskapaðu menniskjuna, homo sapiens sapiens, fyri einum 40 000 árum síðan.
- Diametur (Jørðin = 1): 0,27
- Massi (Jørðin = 1): 0,01
- Rúmd (Jørðin = 1): 0.02
- Massafylla (vatn = 1): 3,34
- Tyngdakraft (Jørðin = 1): 0.17
- Miðal-temperaturur: - 18 Celsius
- max støddar flokking: - 12,7
[rætta] Jarðarýtan
Hav - 71 %
Ásia - 30 %
Afrika - 20 %
Norðuramerika - 16 %
Suðuramerika - 12 %
Antarktis - 9,5 %
Evropa - 7 %
Kyrrahavsoyggjarnar - 5 %
[rætta] Vert at vita
- Rundan um alla jørðina er eitt jaður, nevnt lofthav, sum er tann luftin, vit anda.
- Higartil er einki lív funnið á aðrari gongustjørnu enn jørðini.
- Sólin kundi gloypt 1 303 600 jørðum.
- Fólk liva bara á 12% av jarðarflatanum.
- Umleið 29% av jarðarflatanum eru land.
Sólskipanin |
---|
Sólin · Merkur · Venus · Jørðin (Mánin) · Mars · Jupiter · Saturn · Uranus · Neptun · Pluto |
Gongustjørur · Dvørgastjørnur · Mánar: Europa |
Sí eisini Stjørnufrøði |