Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Næststørsti heimspartur, Afrika, er ógvuliga fjølbroyttur. Norðantil er Sahara, størsta oyðimørk í heiminum. Mitt í Afrika, báðumegin Miðkring, er tropiskur regnskógur, og sunnantil eru víðir grasgrónir háslættar, ið so líðandi lækka út ímóti strondini. Stórar fjallarøðir eru eisini, til dømis Atlasfjøll fyri norðan og Ruwenzorifjøll á markinum ímillum Uganda og Fólkaræðiliga Lýðveldið Kongo. Hægsta fjall í Afrika er Kilimanjarofjall, eitt sloknað gosfjall í Tansania. Fyri eystan er Stóri Rivudalur: Har eru mong vøtn. Nakrar av longstu áum í heiminum eru eisini í Afrika, ímillum teirra eru Nilá, Nigerá, Kongoá og Zambeziá. Í Afrika búgva stívliga 800 milliónir fólk - Áttandaparturin av fólkinum í heiminum. Fjølbygdast er við norður- og vesturstrondina, helst í fruktgóðu áardølunum við Nilá, Nigerá, Kongoá og Senegalá. Fólkið fjølgast skjótt í Afrika, tí at mong børn verða fødd í flestum londum. Húskini eru stór, og helvtin av fólkinum er yngri enn 15 ár. Flestir afrikanarar búgva á bygd, men her, sum aðrastaðni í heiminum, leitar nógv fólk sær til býirnar. Mong flyta av bygd undan fátækradømi og vinnuloysi, onnur rýma undan borgarakríggi, turki og hungursneyð.
[rætta] Lond í Afrika
Kort yvir Afrika (trýst á myndini)
[rætta] Miðafrika
[rætta] Eysturafrika
[rætta] Norðurafrika
[rætta] Suðurafrika
[rætta] Vesturafrika