Etiopia
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
|
|||
Tjóðarmotto: Onki | |||
Tjóðsangur: Wodefit Gesgeshi, Widd Innat Ityopp'ya | |||
Alment mál | Amhariskt | ||
Høvuðsstaður | Addis Ababa | ||
Forseti | Girma Wolde-Giorgis | ||
Løgmaður | Meles Zenawi | ||
Fullveldi | í forsøguligari tíð | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
1,104,300 km² 0.7 % |
||
Íbúgvar - tilsamans 2006 - tættleiki |
75 067 000 70/km² |
||
Gjaldoyra | Etiopiskur birr (ETB) | ||
Tíðarzona | UTC +3 | ||
Alnet økisnavn | .et | ||
Telefonkota | +251 |
||
Spenningur | |||
Etiopia (amhariskt; ye-Ītyōṗṗyā Fēdēralāwī Dīmōkrāsīyāwī Rīpeblīk) er eitt land í Eysturafrika við umleið 75 millionar íbúgvar. Etiopia er av fátækastu londum í heiminum. Miðallívsævin í landinum er 49.43 ár. Í norðri hevur Etiopia mark við Eritrea og Djibuti, í eystri við Somalia, í suðri við Kenja og í vestri við Sudan. Seinastu árini hava turkur, hungursneyð og kríggj gingið á Etiopia, ið er land við sjáldsomum og gomlum siðum. 57.3 % av fólkinum eru ikki lesifør.
Innihaldsyvirlit |
[rætta] Søga
Næstan alla 20. øld var Etiopia einasta stóra ríkið í Afrika, har tey svørtu høvdu sjálvræði sítt. Menelik keisari (17. august 1844 – 12. desember 1913) ráddi í Etiopia frá 1889 til 1913. Meðan evropearar tóku meginpartin av Afrika, tvífaldaði hann ríki sítt, og í 1896 vann hann á einari italskari álopsherdeild við Adua. Í 1917 tók ein skyldmaður hansara, Ras Tafari (merkir fúrsti) (23. juli 1892 – 27. august 1975), við valdinum, fyrst sum ríkisstjóri fyri dóttur Meneliks, Judith, og frá 1930 sum keisari undir navninum Haile Selassie ("Tríeinda ljósið"). Haile Selassie setti sær sum mál at nýskipa Etiopia, helst herin, og hann bannaði trælahaldi. Italiamenn tóku landið í 1935-1936, men í 1941 róku bretar teir burtur haðan, og keisarin kom aftur í trúnuna.
Í 1984-1985 var ræðulig hungursneyð í hálendinum fyri norðan; neyðan kom av borgarakríggi, turki, ovfólkan, og at búnaðarjørðin varð útarmað. Um somu tíð kríggjaðist Etiopia við Eritrea. Kríggið endaði í 1991.
[rætta] Fólkið
Í Etiopia eru mong fólkasløg, sum øll hava egið mál og sínar egnu frásagna-, tónleika- og dansisiðir. Fólkadansarar siga søgur úr gerandislívinum. Tónleikur og sangur eiga stóran leiklut, tá ið bygdafólk siga frá siðum sínum og mentan.
Fýra av fimm etiopiarum liva av landbúnaði og dyrka til dømis teff (eitt kornslag) ella halda húsdýr.
[rætta] Átrúnaður
Etiopiska ortodoksa kirkjan hevur røtur sínar aftur í 4. øld. Stórslignastu minnismerki hennara eru kirkjurnar í býnum Lalibela; tær vórðu høgdar inn í klettin í 12. øld. Kirkjan í Etiopia líkist kirkjunum í Eysturevropa og hevur eisini goymt einstakar jødiskar siðir; men hon hevur síni egnu stórslignu hátíðarhald og sínar egnu høgtíðir.
[rætta] Búskapur
Konufólkini høgga brenni og bera til hús, annaðhvørt at nýta heima ella at selja. Trupulleikin er, at skógurin í Etiopia verður týndur. Tá ið eingi trø eru, rennur moldin burtur í áarføri, ella hon fýkur burtur í vindi. Soleiðis er nógv búnaðarjørð oyðiløgd og vorðin til oyðið skridnalendi.
Týdningarmesta útflutningsgrøðin er kaffi, sum mest verður dyrkað í fjøllunum í landslutinum Kaffa, sum hevur givið hesi viðgitnu njótingarplantu navn.
[rætta] Mentan
[rætta] Matur
Tjóðarrætturin í Etiopia er enjera, ið er bleytt flatbreyð, bakað av teffmjøli, etið aftur við stúvningi av kjøti og grønmeti. Sterk, vælkryddað sós, nevnd wot, verður stoytt oman yvir rættin. Rátt neytakjøt við sterkum kryddi og bræddum smøri er gildismatur. Vanligt er at eta harðkókað egg aftur við rættinum.
[rætta] Sí eisini
Lond í Afrika |
Algeria | Angola | Benin | Botsvana | Burkina Faso | Burundi | Djibuti | Egyptaland | Ekvatorguinea | Eritrea | Etiopia | Fílabeinsstrondin | Fólkaræðiliga Lýðveldið Kongo | Gabon | Gambia | Gana | Grønhøvdaoyggjarnar | Guinea | Guinea | Guinea-Bissau | Kamerun | Kenja | Kjad | Komorooyggjar | Kongo | Lesoto | Liberia | Libya | Madagaskar | Malavi | Mali | Marokko | Mauritania | Miðafrika | Mosambik | Móritsius | Namibia | Niger | Nigeria | Ruanda | Sao Tomi og Prinsipi | Sambia | Senegal | Seyskelloyggjar | Sierra Leona | Simbabvi | Somalia | Sudan | Suðurafrika | Svasiland | Tansania | Togo | Tunesia | Uganda | Vestursahara |