Somalia
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
|
|||
Tjóðarmotto: Onki | |||
Tjóðsangur: Soomaaliyeey Toosoow | |||
Alment mál | Somaliskt | ||
Høvuðsstaður | Mogadishu | ||
Presidentur | Abdullahi Yusuf Ahmed | ||
Løgmaður | Nur Hassan Hussein | ||
Fullveldi | 1. juli 1960 (frá Italia) |
||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
637,661 km² 1,6 % |
||
Íbúgvar - tilsamans 2007 - tættleiki |
9 118 773 13/km² |
||
Gjaldoyra | Somaliskur shillingur (SOS) | ||
Tíðarzona | UTC 3+ | ||
Alnet økisnavn | .so | ||
Telefonkota | +252 |
||
Spenningur | |||
Somalia (Somaliskt: Soomaaliya) er eitt land í eystur-Afrika. Høvuðsstaður er Mogadishu, londinum hevur umleið 9 mió íbúgvar og høvuðsmálið er somaliskt.
[rætta] Søga
Somalia vann sær sjálvræði frá Italia í 1960, men illa gekst at fáa frið í lag í hesum margbroytta landi, sum hevur so ríka søgu at líta aftur á.
Í 1969 tók Siad Barre forseti valdið og setti hernaðarstýri á stovn í Somalia. Í 1988 gjørdi somalska frælsisrørslan (SNM) uppreistur ímóti einræðisstýrinum. Herdeildir hjá Siad Barre bardu uppreisturin niður, men aðrir uppreistrarbólkar komu uppí, og í 1991 tóku uppreistrarlið seg inn í høvuðsstaðin, Mogadishu, og Barre flýddi til Kenja.
Í 1991 brast á herviligt borgarakríggj, ið elvdi til ræðuliga hungursneyð, og at Somalia varð syndrað stjórnarliga. Síðan borgarakríggið brast á , hava túsundtals somaliar búð í flóttafólkalegum, har tryggari er at vera, og teir fáa mat og tak yvir høvdið. ST skipaði fyri stórtøknari matvøruhjálp, men hon kom ikki fram til tey neyðstøddu, tí at ættirnar, ið kríggjaðust, rændu matvøruna. Um ein mió flóttafólk eru í grannalondunum, og tey fara valla heim aftur, fyrr enn friður er fingin í lag.
Eitt fleirtjóðaherlið við Sambansríki Amerika á odda gjørdi innrás í 1993, og vápnahvíld varð fingin í lag.
[rætta] Landafrøði
[rætta] Sí eisini
Lond í Afrika |
Algeria | Angola | Benin | Botsvana | Burkina Faso | Burundi | Djibuti | Egyptaland | Ekvatorguinea | Eritrea | Etiopia | Fílabeinsstrondin | Fólkaræðiliga Lýðveldið Kongo | Gabon | Gambia | Gana | Grønhøvdaoyggjarnar | Guinea | Guinea | Guinea-Bissau | Kamerun | Kenja | Kjad | Komorooyggjar | Kongo | Lesoto | Liberia | Libya | Madagaskar | Malavi | Mali | Marokko | Mauritania | Miðafrika | Mosambik | Móritsius | Namibia | Niger | Nigeria | Ruanda | Sao Tomi og Prinsipi | Sambia | Senegal | Seyskelloyggjar | Sierra Leona | Simbabvi | Somalia | Sudan | Suðurafrika | Svasiland | Tansania | Togo | Tunesia | Uganda | Vestursahara |