Grikkaland
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
|
|||
Tjóðarmotto: Ελευθερία ή Θάνατος | |||
Tjóðsangur: Imnos pros tin Eleftherian | |||
Alment mál | Grikskt | ||
Høvuðsstaður | Athen | ||
Forseti | Károlos Papoúlias | ||
Løgmaður | Konstandinos Karamanlis | ||
Fullveldi | 1828 | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
131 940 km² 0,86% |
||
Íbúgvar - tilsamans 2007 - tættleiki |
11 170 957 81,7/km² |
||
Gjaldoyra | Euro (EUR) | ||
Tíðarzona | UTC+2 | ||
Alnet økisnavn | .gr | ||
Telefonkota | +30 |
||
Spenningur | |||
Grikkaland (grikskt: Ελλάδα [eˈlaða] or Ελλάς [eˈlas]) er lýðveldi í Eysturevropu. Í norðvestri hevur Grikkaland mark við Albania, í norðri við Bulgaria, í norðeystri við Lýðveldið Makedónia og í eystri við Turkaland. Høvuðsstaður er Athen, londinum hevur umleið 11 mió íbúgvar og høvuðsmálið er grikskt. Í nýggjari tíð stóðu grikkar undir turkum í 400 ár, til landið, við hjálp uttaneftir, vann sær frælsi í 1832. Ikki fyrr enn í 1947 tóku teir syðru Sporaduoyggjar aftur frá turkum.
Innihaldsyvirlit |
[rætta] Søga
Eftir at Mykene-mentanin fór til grundar um 1100 f.Kr., gekk aftur á í Grikkalandi, og landið syndraðist í fleiri býarríki, sum mangan lógu í kríggi. Størst og sterkast var hernaðarveldið Sparta, men Athen gjørdist handils- og mentanarmiðdepil. Fólkatalið vaks, og um 700 f.Kr. vóru býarríkini so fjølbygd, at fólk fluttu og búsettu seg fram við Miðjarðarhavi og Svartahavi. Í seinnu helvt av 500- árunum f.Kr. hótti nýggja persiska stórveldið grikkar, og tað hevði við sær, at griksku býarríkini eitt skifti stúta saman ímóti stóra fíggjindanum fyri eystan. Hóast hesar trupulleikar skapaðu grikkar eina blómandi mentan og høvdu eitt stýrislag, sum hevur verið hámett og havt ávrikan á allan heimin alt at okkara døgum.
Um 600 f.Kr. stýrdi stórmannastætt, nevnd aristokratar, Athen. Summir valdsharrar vóru harðrendir, nevndir tyrannar. Um 590 f.Kr. setti valdsharrin Solon lóg í gildi; hon hav smámanninum rætt til at eiga jørð og hava fullan ríkisborgararætt. Men fólkið kravdi meiri frælsi og at fáa ávirkan á landsins stýri, og í 508 f.Kr. varð fólkaræði sett í gildi. Nú kundi fólkið í Athen sjálvt velga sínar tingmenn. Konufólk, trælir og frælsir menn, sum ikki høvdu ríkisborgararætt, høvdu ikki valrætt.
Ár 447 f.Kr. tók hægsti athenski tingmaðurin Perikles stig til at byggja templið Parthenon á einum heyggi, sum æt Akropolis. Templið varð vígt vísdómsgudinnuni Athenu og skuldi eisini fagna Athen, sum stóð á odda fyri grikkum í stríðum við persar.
Frælsa grikska býarlívið varð góður gróðrarbotnur fyri list, bókmentum og vísindaligari hugsan, og Grikkaland fostraði mangar mætar heimspekingar. Demokrit úr Abderra (um 460-370 f.Kr.) var helst fyrsti maður, sum segði, at øll evni eru úr ersmáum óbýtiligum bitlum, sum hann kallaði atom. Sokrates úr Athen (470-399 f.Kr.) bygdi sína hugsan á, at tú skuldi kenna teg sjálvan, og dugdi frágera væl at seta spurningar um ætlanina við tilveruni. Næmingur hansara Platon (427-347 f.Kr.) og aftur næmingur Platons Aristotles (384-322 f.Kr.) hava havt stóran týdning fyri alla evropeiska heimspeki.
Í 8. øld tóku grikkar land helst fram við Miðjarðarhavi og Svartahavi. Niðursetumenninir bóru griksku heimamentanina við sær og stýrdu sínum býarríkjum eftir somu lógum sum í Grikkalandi. Niðursetulondini fingu í fyrstuni hjálp heimanífrá, men sum frá leið funnu tey sær egnar marknaðir og bygdu upp á Sicilia, gjørdust mætir handilsbýir. Summir býir vóru ovurríkir. Sagt var, at fólkið í Sýbris í Suðuritalia svav í song úr rósubløðum.
Grikkaland var ikki stórt land, so hjálondini (t.d. partur av Frakland, Spania, Italia, Egyptaland og Kýpros) vóru bygd, har jørðin var fruktagóð, og havnaviðurskiftini vóru góð. Sýrakus á Sicilia var bygdur um 730 f.Kr. og Býsans við Bosporus um 650 f.Kr.
Grikkar vóru ógvuliga áhugaðir í ítrótt og fimleiki. Best umtóktir vóru olympisku leikirnir, sum fjórða hvørt ár vóru í Olympia, høvuðsgudinum Zeusi til heiðurs. Kappast var í diskoskasti og spjótkasti, lopi, glíming og kapprenning. Ítróttareglurnar vóru strangar, og tann, ið ikki helt tær, var revsaður harðliga.
Grikkar vóru gudrøknir, og templini í gamla Grikkalandi vóru stórbær og vøkur. Undurfagrar høggmyndir og standmyndir prýddu templini, og mong teirra eru til enn. Grikskir myndhøggarar vóru sannir meistarar at høgga út mannakroppin, og teir hava havt stóran ávirkan á høggmyndalistina. Kappkoyring í stríðsvogni, gudunum til heiðurs, var mangan á einum leikvølli tætt við Delfi. Vognstýrarin stendur enn og heldur í teymarnar, hóast hestarnir langt síðan eru burtur.
Um 1800 høvdu grikkar verið undir osmanniskum yvirvaldi í næstan 400 ár. Seinna helming í 18. øld høvdu teir havt stóra inntøku av handli, helst við Russland, og nú vildu teir hava sjálvræði. Við frælsishugsanini úr fronsku kollveltingini sum fyridømi stovnaðu grikkar loyniligan felgasskap, sum skuldi arbeiða fyri frælsi. Í 1821 var tvær reisur uppreistur. Fyrri miseydnaðist, men annar eydnaðist betur, og í 1824 megnaði sultánurin í Istanbul ikki at berja uppreisturin niður. Hann bað Muhammed Ali, varakong í Egyptalandi, hjálpa sær. Ali sendi ein her til Grikkalands og vann nakrar sigrar. Tað loypti hvøkk á londini í Evropa. Í 1826 samdust Bretland og Russland um at bjóða turkum av í kríggj, Frakland fór upp í hesa samgongu árið eftir. Í felagi beindu tey fyri turkiska og egyptiska flotanum í Navarinovík í 1827. Árið eftir lupu russar á turkar og vunnu fleiri sigrar. Friðurin í Adrianopel í 1829 fekk enda á krígnum. Londini, sum vunnu, gjørdu av at geva Grikkalandi frælsi, Otto av Bayern gjørdist kongur.
[rætta] Landafrøði
Syðst á Balkannesi er Grikkaland, eitt av elstu og søguríkastu londunum í Evropa. Grikkaland er fjallaland, har eru fleiri enn 2000 spjaddar oyggjar, og lítið er til av ráðevnum; helst nakrar av atvoldunum til, at Grikkaland er fátakasta landið í ES. Men nú gongur framá búskaparliga, og stóri handilsflotin og nógva ferðamannavinnan veita landinum stóra inntøku.
[rætta] Landslutur
Kort | Landslutur | Høvuðsstaður | Vídd | Íbúgvar | |
---|---|---|---|---|---|
1 | Attica | Athen | 3,808 km² | 3,761,810 | |
2 | Sentral Grikkaland | Lamia | 15,549 km² | 605,329 | |
3 | Sentral Makedónia | Thessaloniki | 18,811 km² | 1,871,952 | |
4 | Kreta | Heraklion | 8,259 km² | 601,131 | |
5 | Eystur Makedónia og Thrace | Kavala | 14,157 km² | 611,067 | |
6 | Epirus | Ioannina | 9,203 km² | 353,820 | |
7 | Jónaoyggjar | Korfu | 2,307 km² | 212,984 | |
8 | Norðaru Sporadoyggjar | Mytilini | 3,836 km² | 206,121 | |
9 | Peleponnes | Kalamata | 15,490 km² | 638,942 | |
10 | Syðru Sporadoyggjar | Ermoupoli | 5,286 km² | 302,686 | |
11 | Thessaly | Larissa | 14.037 km² | 753,888 | |
12 | Vestur Grikkaland | Patras | 11,350 km² | 740,506 | |
13 | Vestur Makedónia | Kozani | 9,451 km² | 301,522 | |
- | Athosfjøll | Karyes | 390 km² | 2,262 |
[rætta] Fólkið
[rætta] Átrúnaður
Ríkisátrúnaðurin í Grikkalandi er griksk-ortodoksur, og Grikkaland er einasta land, ið hevur eina almenna kristna ortodoksa kirkju. Næstan allir grikkar eru limir í ríkiskirkjuni. Prestarnir hava týðandi leiklut í samfelagslívinum og eru viðurkendir sum oddamenn í heimbygdum sínum. Ikki er loyvt at hava standmyndir í kirkjunum, men halgimyndir - nevndar ikonur - eru vanligar.
[rætta] Búskapur
Bara triðingurin av Grikkalandi er nýtiligur sum landbúnaðarlendi, og yvirhøvur er jørðin kørg og grýtut. Tí er nógv arbeiði av at velta jørðina. Triðingurin av fólkinum arbeiðir í landbúnaðinum, tað er meiri enn nakra aðrastaðni í Evropa. Høvuðsgrøði er oljuber. Oljutræið verður dyrkað í líðunum í hálendinum um alt landið. Grikkaland er triðstørsta oljuberjaland í heiminum, næst eftir Spania og Italia. Grikkar dyrka eisini aðra grøði, til dømis vínber, fikur, bummull, tomatir, tubbak, aldinfrukt og aðra frukt.
[rætta] Ferðavinna
Fleiri enn 8 mió. ferðafólk fara til Grikkalands á hvørjum ári at njóta lívið á vøkru, veðurgóðu oyggjunum í Grikkalandshavi og at síggja mongu fornminnini. Túsundtals grikkar starva í ferðavinnuni, til dømis í gistingarhúsum, í handlum, á matstovum og sum bilførarrar. Ferðavinnan hevur óvurstóran týdning fyri grikska búskapin. Griksku myndugleikarnir lata ferðavinnuni stuðul til útbyggingar. Í summum oyggjum hevur vinnan ment seg so skjótt, at trupulleikar hava staðist av tí, til dømis vatnrot. Seinastu árini hevur afturgongd verið í griksku ferðavinnuni, tí at fólk fara hagar, bíligari er at ferðast.
[rætta] Útlendsk ferðafólk
Flestu ferðafólk, ið koma til Grikkalands eru evropearar, men hagar koma eisini mangir amerikanar og avstraliar.
Statsborgararættur | Prosent |
---|---|
Týskland | 22 % |
Bretland | 19 % |
Italia | 7 % |
Frakland | 6 % |
Onnur | 46 % |
[rætta] Handil
Inn- og útflutningurin av vørum skift á ávikavist upprunaland og nýtsluland fyri 2008, sær soleiðis út sambært CIA Factbook:
Útflutningur | Innflutningur | |
---|---|---|
1. | Týskland 11.5 % | Týskland 12.6 % |
2. | Italia 11.5 % | Italia 11.5 % |
3. | Bulgaria 6.5 % | Russland 7.1 % |
4. | Stóra Bretland 6.1 % | Frakland 6.0 % |
5. | Kýpros 5.5 % | Niðurlond 5.2 % |
6. | Turkaland 5.2 % | Suðurkorea 4.2 % |
[rætta] Sí eisini
Lond í Evropa |
Albania | Andorra | Armenia² | Aserbadjan¹ | Belgia | Bosnia-Hersegovina | Bulgaria | Danmark | Estland | Eysturríki | Finnland | Frakland | Georgia¹ | Grikkaland | Hvítarussland | Írland | Ísland | Italia | Kasakstan¹ | Kekkia | Kosovo | Kroatia | Kýpros² | Letland | Liechtenstein | Litava | Luksemburg | Lýðveldið Makedónia (FYROM) | Malta | Moldova | Monako | Montenegro | Niðurlond | Noreg | Pólland | Portugal | Rumenia | Russland¹ | San Marino | Serbia | Slovakia | Slovenia | Spania | Stóra Bretland | Sveis | Svøríki | Turkaland¹ | Týskland | Ukraina | Ungarn | Vatikanríkið |
Sjálvstýrandi øki: Akrotiri and Dhekelia² | Áland | Føroyar | Gibraltar | Guernsey | Jersey | Man | |
1. Land lutvíst í Asia. 2. Landafrøðiligani í Asia, men ofta roknað sum partur av Evropa av mentanarligum og søguligum ávum. |
Lond í Evropeiska Samveldiðnum |
Belgia | Bulgaria | Danmark | Estland | Eysturríki | Finland | Frakland | Grikkaland | Írland | Italia | Kekkia | Kýpros | Letland | Litava | Luksemburg | Malta | Niðurlond | Pólland | Portugal | Rumenia | Slovakia | Slovenia | Spania | Stóra Bretland | Svøríki | Týskland | Ungarn |
Heimsins lond | Evropa |
Lond í NATO |
Belgia | Bulgaria | Estland | Danmark | Frakland | Grikkaland | Italia | Ísland | Kanada | Kekkia | Letland | Litava | Luksemburg | Niðurlond | Noreg | Portugal | Pólland | Rumenia | Slovakia | Slovenia | Spania | Stóra Bretland | Turkaland | Týskland | Ungarn | USA |- |