Alkohol
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Eitt alkohol er, í evnafrøðiligum høpi, eitt lívrunnið mýl við einum ella fleiri hydroxybólkum (-OH). Rúsandi løgurin vit vanliga nevna alkohol eitur í evnafrøði ethanol (sí mynd). Alkoholir verða nevnd við endingini -ol ella, um aðrir hægri raðfestir bólkar eru í mýlinum, við hydroxy-. Eitt mýl við einum hydroxybólki bundnum til ein benzenring kallast ein phenol og verður ikki roknað sum eitt alkohol.
Alkoholir verða deild í tríggjar bólkar:
- Primer alkoholir, hydroxybólkurin er bundin til eitt carbonatom, ið hevur hægst eitt annað carbonatom sum nábúgva.
- Sekunder alkoholir, hydroxybólkurin er bundin til eitt carbonatom, ið hevur tvey onnur carbonatom sum nábúgvar.
- Tertier alkoholir, hydroxybólkurin er bundin til eitt carbonatom, ið hevur trý onnur carbonatom sum nábúgvar.
Dømi um nøkur alkohol:
[rætta] Framleiðsla
Framleiðsla av alkoholum kann gerast á nógvar ymiskar mátar. Niðanfyri er ein listi yvir teir mest nýttu.
- Reduktión av aldehyd ella keton
- Reduktión av carboxylsýru ella ester
- Hydratión av alken
[rætta] Reaktiónir
Alkoholir kunnu reagera á óteljandi mátar. Niðanfyri er ein listi yvir nakrar av teimum mestu vanligu reaktiónunum.
- Oxidatión av einum primerum alkoholi gevur eitt aldehyd ella eina carboxylsýru
- Oxidatión av einum sekunderum alkoholi gevur eina keton
- Dehydratión gevur eina alken
- Nukleofil substitutión av einum halogenidið gevur ein ether