Madrid
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Madrid er høvuðsstaður Spaniu, og hevur umleið 3,2 mió íbúgvar (2005). Madrid gjørdist høvuðsstaður í Spania, tí Filipi kongi 2. dámdi so væl veðurlagið har, eisini helt hann býin liggja væl fyri, mitt í landinum. Nú búgva 3,2 milliónir fólk í býnum, og hann er fíggjarmiðdepil og stjórnarbýur landsins.