Iran
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
|
|||
Tjóðarmotto: <<Esteqlāl, āzā, jomhūrī-ye eslāmī>> | |||
Tjóðsangur: <<Sorood-e Jomhoori-e Eslami>> | |||
Alment mál | Persiskt | ||
Høvuðsstaður | Teheran | ||
Presidentur | Mahmoud Ahmadinejad | ||
Religiøs leder | Ayatollah Ali Khamenei | ||
Fullveldi | Alltíð | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
1 648 000 km² 0,6 % |
||
Íbúgvar - tilsamans 2007 - tættleiki |
70 049 262 42,51/km² |
||
Gjaldoyra | Rial (IRR) | ||
Tíðarzona | UTC +3.30 | ||
Alnet økisnavn | .ir | ||
Telefonkota | +98 |
||
Spenningur | |||
Iran er eitt land í Miðeystri og Asia. Høvuðsstaður er Teheran, og londinum hevur umleið 70 millionar íbúgvar.
Innihaldsyvirlit |
[rætta] Navnið
Navnið Iran er ein avleiðsla av Aryana Vaejo, sum merkir upprunin hjá ariarunum. Persar og medar vóru eftirkomarar eftir indoeuropeiska niðursetufólkinum (ariarunum). Medarnir grundaðu uml. 700 f.Kr. iransku tjóðina, sum uml. 600 f.Kr. varð lagt í oyði av Kyrosi Mikla, sum í staðin grundaði persiska ríkið, Persia. Landið kallaðis Persia heilt til 1935, tá Reza Shah endurinnførdi navnið Iran.
[rætta] Ítróttur
Iranar elska fótbólt og teir forguda stjørnuspælararnar. Fótbóltur er eitt av teimu fáu økjunum í iranska samfelagnum, har bæði menn og kvinnur kunnu vísa stórar kenslur. Síðan ayatollah Khomeini tók valdið í Iran í 1979, hava fótbóltsvøllir verið bannað økið hjá konufólki, men genturnar sníkja seg inn ílætnar sum menn, og tær venja fótbólt á tekjunum og renna aftaná fótbóltsstjørnunum, tá teir venja.
[rætta] Olja og politikkur
Tá oljukeldurnar fóru at spríkja í 1900-árunum, gjørdist Iran tætt knýtt at Vesturheiminum, serliga Bretlandi, sum fekk stóra ávirkan á iranskan búskap. Undir seinna heimsbardaga eggjaðu tey allieraðu Iran til at koma í teirra part móti Týsklandi, men av tí at Reza Shah tók undir við týskarunum, avgjørdi hann, at Iran skuldi vera uttanveltað. Tey allieraðu hersettu Iran, og Reza Shah varð sendur í eksil. Sonur hansara, Muhammad Reza Pahlavi (vanliga umrøddur Shahurin), kom í hansara stað.
Inntil 1979 var Iran eitt rættiliga frítt samfelag, har sangur og dansur vóru loyvd, og kvinnur ikki vórðu noyddar at ganga við høvuðturriklæði. Men islamiska kollveltingin hetta árið, sum millum annað gjørdi, at Shahurin varð noyddur at flýggja, viðførdi eisini, at kvinnur og gentur nú skuldu ganga við turriklæði.
Í Iran er deyðadómur fyri manndráð, ótrúskap, neyðtøku, vápnað rán, narkotikasmugling og at konvertera frá islam til aðra trúgv.
Sambært Amnesty International er Iran tað landið, sum tekur lívið av flestu fólkum í heiminum, eftir Kina.
Iran hevur praktiserað sokallaðu Sharia-lóg síðani kollveltingina í 1979.
[rætta] Keldur
- Satrapi, Marjane: Min Iranske Barndom, Forlaget Carlsen, 2005.
- Fimm hongdir eftir neyðtøku - Vikublad.fo
[rætta] Sí eisini
Lond í Asia |
Afghanistan | Armenia | Aserbadsjan | Barein | Bangladesj | Brunei | Burma | Butan | Eysturtimor | Filipsoyggjar | Georgia | Hongkong | India | Indonesia | Iran | Irak | Ísrael | Japan | Jemen | Jordan | Kambodia | Kasakstan | Katar | Kina | Kuveit | Kirgisia | Kýpros | Laos | Libanon | Maleisia | Maldivoyggjar | Mongolia | Nepal | Norðurkorea | Oman | Pakistan | Russland | Sameindu Emirríkini | Saudi-Arabia | Singapor | Sri Lanka | Suðurkorea | Sýria | Tadsjikistan | Teiland | Teivan | Turkaland | Turkmenistan | Usbekistan | Vjetnam |