Teivan
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
|
|||
Tjóðarmotto: Onki | |||
Tjóðsangur: Zhōnghúa míngúo gúogē | |||
Alment mál | Kinesiskt | ||
Høvuðsstaður | Taipei | ||
Presidentur | Chen Shui-bian | ||
Visepresidentur | Annette Lu | ||
Fullveldi | 7. desember 1949 | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
36,188 km² 10,34 % |
||
Íbúgvar - tilsamans 2007 - tættleiki |
22 911 292 633.12/km² |
||
Gjaldoyra | Teivanskur dollari (TWD) | ||
Tíðarzona | UTC +8 | ||
Alnet økisnavn | .tw | ||
Telefonkota | +886 |
||
Spenningur | |||
Lýðveldið Kina ella Teivan, sum í mong ár var partur í Kina, hevur verið avbyrgt frá kinverska meginlandinum síðan 1949, tá ið tjóðskaparstjórnin flýddi út í oynna, eftir at hon hevði tapt borgarakríggið ímóti kommunistunum. Stýrið í Teivan sigur seg enn verða lógliga stjórnarvaldið í øllum Kina, og Fólkalýðveldið Kina sigur Teivan verða kinverskan landslut. Fá lond hava viðurkent Teivan sum sjálvstøðugt ríki.
Innihaldsyvirlit |
[rætta] Søga
Tá ið portugisiskir sjófarar fyrstu ferð komu til Teivan í 1590, nevndu teir oynna Ilha Formosa ("Oyggin Vakra"), tí hon var so fruktagóð, og fjøllini vóru so vøkur.
[rætta] Politikkur
Hóast Teivan loysti frá Kina undir borgarakrígnum í 1949, so metir Kina enn, at Teivan er ein partur av Kinesiska Ríkinum, og landið hevur hótt Teivan, hvørja tað hevur haft ætlanir um at taka formelt sjálvstýri.
[rætta] Fólkið
[rætta] Upprunafólkið
Langt fyri, at kinverjar komu til Teivans, búðu mong fólkasløg har. Tey talaðu egið mál, men mangir siðir og gerandislív líktist. Kinverjar komu hagar í 17. øld, og sum tíðin leið, løgdu teir oynna undir seg og trokaðu burtur upprunafólkið, ið nú á døgum bara er 2 % av fólkinum í Teivan. Fjølmentasta upprunafólkið nú er amifólkið, sum eru dugnaligir leirkerasmiðir og bøndur. Amifólkið býr í stórum bygdum, og heima eru tað konufólkini, ið ráða.
[rætta] Átrúnaður
Størstu átrúnaðirnir í Teivan eru buddisma, taoisma og konfusianisma. Hesir átrúnaðir líkjast nógv, og mong fólk trúgva á partar úr øllum trimum. Taoisman, ið tók seg upp í Kina um 300 f.Kr., er vegurin (tao) til einfalt lív og levnað leys av øllum jarðligum strevi. Endamálið hjá taoistum er at liva í samljóði við náttúruna, so at javnvág verður ímillum tann óvirkna kvinnupartin av likaminum (yin) og tann virkna mannpartin (yang).
[rætta] Hygg eisini at
Lond í Asia |
Afghanistan | Armenia | Aserbadsjan | Barein | Bangladesj | Brunei | Burma | Butan | Eysturtimor | Filipsoyggjar | Georgia | Hongkong | India | Indonesia | Iran | Irak | Ísrael | Japan | Jemen | Jordan | Kambodia | Kasakstan | Katar | Kina | Kuveit | Kirgisia | Kýpros | Laos | Libanon | Maleisia | Maldivoyggjar | Mongolia | Nepal | Norðurkorea | Oman | Pakistan | Russland | Sameindu Emirríkini | Saudi-Arabia | Singapor | Sri Lanka | Suðurkorea | Sýria | Tadsjikistan | Teiland | Teivan | Turkaland | Turkmenistan | Usbekistan | Vjetnam |