Saudi-Arabia
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
|
|||
Tjóðarmotto: <<There is no god but God; Muhammad is His messenger>> | |||
Tjóðsangur: <<Aash Al Maleek>> (føroyskt: Leingi livi kongurin) |
|||
Alment mál | Arábsikt | ||
Høvuðsstaður | Riyadh | ||
Kongur | Abdullah bin Abdul Aziz | ||
Kronprinsur | Sultan bin Abdul Aziz | ||
Fullveldi | 8. januar 1926 | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
2,149,690 km² 0 % |
||
Íbúgvar - tilsamans 2007 - tættleiki |
24 735 000 11/km² |
||
Gjaldoyra | Saudiskur Riyal (SAR) | ||
Tíðarzona | UTC +3 | ||
Alnet økisnavn | .sa | ||
Telefonkota | +966 |
||
Spenningur | |||
Saudi-Arabia (arábiskt: المملكة العربية السعودية, al-Mamlaka al-ʻArabiyya as-Suʻūdiyya), eisini nevndir Saudiarabia ella Saudi-Arábia, er størsta landið á Arábianesi. Tað er heimsins 13. størsta land. Saudi-Arábia hevur mark við 7 lond: Í eystri hevur Saudi-Arábia mark við Kuveit, Katar og Sameindu Emirríkini, í suðuri við Oman og Jemen, í norðri Irak og Jordan og vesturi er Reyðahav. Londinum hevur umleið 25 mió íbúgvar. Høvuðsstaður er Riyadh og høvuðsmálið er arábiskt. Saudi-Arabia hevur strangar lógir um at menn og kvinnur ikki kunna umgangast alment, uttan so at tey eru gift. Samstundis eru lógir um, at kvinnur heldur ikki sleppa at arbeiða í handlum ella koyra bil.
Innihaldsyvirlit |
[rætta] Búskapur
Saudi-Arábia er størsta oljuland í heiminum og vinnur út 25 % av allari olju, nýtt verður í heiminum. Næstan 90 % av landsins útflutningi er olja. Saudi-Arábia er eitt av høvuðsslondunum í OPEC (altjóða oljulandafelagsskapur). OPEC ásetur, hvussu stór oljuútvinningin og oljuútflutningurin skulu vera og verjir áhugamál limalandanna.
Næstan alt Saudi-Arábia er turr oyðimørk og berligt runnalendi, púra ónýtiligt sum dyrkilendi. Eingin landbúnaður fær verið, uttan at vatn verður veitt. Nýgjørdar vatnveitingarskipanir gera, at saudiarábar nú dyrka melónir, tomatir, hveiti og bygg í oyðimørkini.
[rætta] Landalæra
Um 90% av landinum er heit og turr sandoyðimørk. Størstu oyðimerkurnar eru Nafudoyðimørk fyri norðan og Rub al Kali fyri sunnan. Veruligar áir eru ongar, men bara áarfør, sum sum fyllast við vatni, tá ið regnar, og tað er so sjáldan, at tað kunnu vera gjørt landið ovurríkt og ógvuliga máttmikið og hevur verið við til at ment ídnaðin og landbúnaðin og lívskorini hjá fólkinum munandi.
Mekka, har Muhammed profetur varð borin í heim, og sum er halgasti býur islams, er vestarlaga í Saudi-Arábia.
[rætta] Lanslutur í Saudi-Arábia
1. Al Bahah
2. Al Hudud ash Shamaliyah
3. Al Jawf
4. Al Madinah
5. Al Qasim
6. Ar Riyad
7. Ash Sharqiyah
8. 'Asir
9. Ha'il
10. Jizan
11. Makkah
12. Najran
13. Tabuk
[rætta] Fólkið
Í mong túsund ár hava beduinar, ið eru flakkfólk í Saudi-Arábia, farið um oyðimørkina í Saudi-Arábia eftir vatni og beiti til fenað sín. Summir beduinar halda kamelar, aðrir seyð og geitir. Beduinar búgva í tjøldum, ið eru løtt at seta upp, taka niður og flyta við sær. Nú á døgum fækkast beduinarnir í stórum, tí at myndugleikarnir eggja teimum at búseta seg í bygdum og býum.
Í okkara eygum liva mong muslimsk konufólk í Saudi-Arábia o.ø. arábiskum londum ógvuliga ófræls. Mong ganga í síðum klæðum og við sløri niður fyri eyguni. Í Saudi-Arábia hava konufólk hvørki loyvi at koyra bil ella at arbeiða saman við mannfólki. Tó hava allar gentur rætt til hægri skúlagongd.
Osama bin Laden sigst vera føddur tann 10. mars í 1957 í Saudi-Arábiska býnum Jeddah.
[rætta] Sí eisini
Lond í Asia |
Afghanistan | Armenia | Aserbadsjan | Barein | Bangladesj | Brunei | Burma | Butan | Eysturtimor | Filipsoyggjar | Georgia | Hongkong | India | Indonesia | Iran | Irak | Ísrael | Japan | Jemen | Jordan | Kambodia | Kasakstan | Katar | Kina | Kuveit | Kirgisia | Kýpros | Laos | Libanon | Maleisia | Maldivoyggjar | Mongolia | Nepal | Norðurkorea | Oman | Pakistan | Russland | Sameindu Emirríkini | Saudi-Arabia | Singapor | Sri Lanka | Suðurkorea | Sýria | Tadsjikistan | Teiland | Teivan | Turkaland | Turkmenistan | Usbekistan | Vjetnam |