William Shakespeare
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
William Shakespeare (26. apríl 1564 - 23. apríl 1616) verður sagdur at vera mætasti sjónleikarahøvundi, sum skrivað hevur á enskum máli. Hann leikti ofta í Globe-sjónleikarahúsinum í London, har flestu leikir hansara vóru spældir. Hann var sannur málmeistari, og manslýsingarnar, speiið og skemtiligi stílur hansara gera, at leikirnir siga líka nógv nú, sum tá ið teir vórðu spældir á fyrsta sinni fyri um 400 árum síðan.