Edgar Allan Poe
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Edgar Allan Poe (1809 - 1849) var ein amerikanskur dypsomaniskur høvundur og yrkjari. Hann hevur umdømið at vera heimsins ólukkuligasti høvundur. Hann menti stuttsøgutekstaslagið til størsta skaldskap og skrivaði tey bestu ummælini í Amerika í síni samtíð. Flestu søgur hansara eru sera stuttar, og hetta er tí, at hann vildi skera alt óneyðugt burtur, og einans at lýsa tað, ið hevði týdning fyri søgugongdina. Hansara stílur var at byrja við støði í øðrum, til dømis De Quincey, Feliciu Hemans, og serliga Hoffmann, og so at beina evnini hjá teimum onkran annan veg og fáa annað og meir burturúr. Eisini nevndi hann Føroyar í eini av kendastu stuttsøgum sínum, sum eitur Niður Í Meldurstreymin.