Martin Luther
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Martin Luther (10. november, 1483 - 18. februar 1546) var ein týskur kristin munkur, gudfrøðingur og reformator. Hann var ein av byrjarunum av protestantismuni. Luther setti spurning við valdið og myndugleikan hjá pávanum við at leggja dent á Bíbliuna sum einastu galdandi keldu til andaligan myndugleika og á prestaskapin hjá øllum doyptum kristnum fólki. Sambært Luther fekst frelsa einans við trúgv á Jesus, ein trúgv, ið kirkjan onki ræði hevði yvir. Hesar lærur byrjaðu protestantisku trúbótina og broyttu søgugongdina í vesturheiminum.
[rætta] Uttanhýsis slóðir
- Danskar síður:
- LutherDansk.dk Martin Luther og hans skrifter
- MartinLuther.dk Martin Luther, liv og skrifter
- Síður á øðrum málum: