Esperanto
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Esperanto er eitt manngjørt mál, sum L. L. Zamenhof, eygnalækni í Warszawa, í 1887 gav út í bók undir dulnevninum "d-ro Esperanto". Í bókini eru mállæra, orðalistar og tekstadømi. Zamenhof legði stóran dent á bókmentaliga týdningin, og hann týddi fleiri kend verk til esperanto, m.a. eftir H. C. Andersen og Shakespeare.
Upprunaliga innihelt esperanto 900 orðarøtur, og við undanskoytum og eftirskoytum kundu fleiri enn 10.000 orð gerast burturúr hesum. Harafturat koma samansetingar. Síðani eru orðarøturnar øktar, og í dag er ikki óvanligt at gera nýggjar orðarøtur burtur úr orðum, sum eru felags kjarni í fleiri málum. Esperanto er eyðkent á tann hátt, at tað er sera reglufast, og hvør orðaflokkur hevur sína endin. Allar bendingar eru púra reglufastar og uttan undantøk. Td. ger -j fleirtal og -n bundna ending. Herðingin er altíð á næstaftasta stavilsi. Eitt dømi:
-
-
- vidi "at síggja" (sagnorð)
- vido "sjón" (navnorð); vidoj (sjónir); vidojn (sjónirnar)
- vida "sjónligt, sum hevur við sjón at gera" (lýsingarorð)
- vide "sjónliga, við sjónini" (hjáorð)
-
Føroysk lærubók í esperanto finst eftir Jeffrei Henriksen, lærara. Esperanto hevur framvegis undirtøku, t.d. hevur esperanto-útgávan av Wikipediu 92.800 greinir (januar 2008).
Innihaldsyvirlit |
[rætta] Keldur
[rætta] Slóðir úteftir
[rætta] Internetið
- Føroyska málnevndin hevur drúgva grein um Esperanto
- Síða við undirvísingartilfari í Esperanto
[rætta] Bøkur
- Henriksen, Jeffrei: Esperantobókin. Læribók. Føroya Skúlabókagrunnur 1987
- Henriksen, Jeffrei: Esperantobókin II. Orðalisti / Vortaro. Egið forlag 2000