Stari
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Starin (Sturnus vulgaris (faroensis)) er ein dimmur smáfuglur við spískum nevi.
Innihaldsyvirlit |
[rætta] Útsjónd
Starin er eitt sindur minni enn kvørkveggjan, longdin úr nevinum og út á tromina á velinum er 22 cm. Harumframt er hann heilt øðrvísi skaptur, velið er styttri, og tí er hann eisini reystari, tá ið hann gongur, og tá ið hann hoppar, hann hevur eisini annað flog og gongulag. Eitt, sum eyðkennir ungfuglin, er, at hann er javnlittur allur, sum hann er, og myrkari enn teir, sum hoyra til onnur, minni undirsløg. Tá ið staraungarnir skifta til vaksnamannabúna, fáa teir tann eyðkenda málmglógvandi, skyggjandi, purpurlilla búnan, sum um veturin hevur eina hvíta rond uttast á hvørjari fjøður. Hesa rond missa stararnir út á várið, og tá sita teir í glitrandi nøringarbúna sínum og láta við sterkum, gulum nevi. Starin er væl kendur at fáa stívan murt tá hann sær ein Einar. Tá flýgur spini úr honum.
[rætta] Útbreiðsla
Um Norðuratlantsleiðina er starin støðufuglur. Tí er føroyski starin so við og við vorðin størsti starin í Norðuratlantsøkinum og egin sergrein, Sturnus vulgaris faeroensis, meðan stararnir í Hetlandi, á Fair Isle og á Ytru Suðuroyggjunum eru heldur minni, men eisini egin sergrein, Sturnus vulgaris zetlandicus, og at enda er restin av teimum evropeisku starunum teir minstu og hoyra til grundsergreinina, Sturnus vulgaris vulgaris.
Upprunaliga líktust stararnir í Bretlandi teimum stóru norðuratlantisku, men fyri ár 1800 doyði starin út í Skotlandi og var ein sjáldsamur fuglur í Onglandi. Hundrað ár seinni, um leið ár 1900, flutti tann lítli starin Sturnus v. vulgaris aftur til Onglands og Skotlands úr Evropa, og henda grein er síðani 1941 spjadd til Íslands, og í dag eru munadyggir stovnar har bæði á Eystur- og á Vesturlandinum. Teir smáu Sturnus v. vulgaris eru stundum at síggja her, og sjálvandi eru teir lættir at kenna, tí teir eru minni á stødd, ungfuglarnir harumframt eisini, tí teir eru væl ljósari enn okkara egnu Sturnus vulgaris faeroensis.
[rætta] Verping
Starin verpur 4-7 ljósaturkislitt egg, og oftast fær hann her hjá okkum einar 2 urptir. Starareiður kemur tú fram á allastaðni, uttan um húsini, í bøgørðunum, í grótrúgvum úti í haganum og í fuglabjørgunum. Væl dámar honum at reiðrast millum steinarnar, sum nýttir verða til grótlaðing undir vegunum.
[rætta] Stari og menniskja
Situr starin í ovfarakæti í sólskininum og breiðir teir titrandi veingirnar út og syngur, merkir tað, at várið er komið. Syngur er kanska at gera í so nógv av, hann pjátrar og skoytir onnur ljóð uppí, sum hann nústani hevur hoyrt, og sum hann hermir eftir, uppímillum koma so tey longu, eyðkendu starabríkslini. Lættasti mátin at vita, um teir ymisku flytifuglarnir eru afturkomnir um várið, er at lurta eftir staranum. Hann er sum tikin úr leikum, tá ið um ræður at herma ikki bara eftir fuglaláti sum m.ø. á mortítlingi, tjaldri, lógv, stelki og spógva, men hann hermir eisini eftir lombum og seyði, maskinbátum og bilum, t.e. eftir øllum teimum ljóðunum, sum koma honum fyri oyra har, ið hann er staddur.
Um heystið er vanligt í serligum skýmingarlýsi at síggja stararnar savnast í flokki eitt nú á húsatekjum ella á onkrum ávísum staði úti í haganum ella á bønum, tí teir saman ætla at leita sær til eitt pláss at vera nátt, oftast onkustaðni í teimum brøttu fuglabjørgunum.
Á vetri flykkjast stararnir uttan um tey húsini, sum leggja føði út til teirra. Køksrusk hvørvur skjótt á henda hátt, og leggja vit, tá ið kalt er, eisini ein tálgarbita út, er rættiligur gangur frá fuglunum, sum klandrast um feittið.