Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Hawaii (Hawaiianskt; Mokuʻāina o Hawaiʻi, Enskt; The State Of Hawaii) er lutstatur í Sambandsríki Amerika við 1,2 miljónum innbúgvum (2005). Størsti býur og høvuðsstaður er Honolulu. Almennu málini eru tvey í tali, hawaiianskt og enskt. Hawaii eru 132 gosoyggjar. Flestu gosfjøll eru á kantinum á meginlandaplatunum, sum jarðarskorpan er býtt sundur í. Hesi gosfjøllini verða soleiðis til, at groyti spríkir upp ígjøgnum ein gosháls og haðan upp ígjøgnum rivur í havbotninum. Tá ið pláturnar í jarðarskorpuni flyta seg uppi yvir einum tílíkum goshálsi, verða nýggj gosfjøll til. Nú er goshálsurin undir oynni Hawaii.
[rætta] Fólkatalsfrøði
1900 |
1910 |
1920 |
1930 |
1940 |
1950 |
1960 |
1970 |
1980 |
1990 |
2000 |
2007 |
154,001 |
191,874 |
255,881 |
368,300 |
422,770 |
499,794 |
632,772 |
769,913 |
964,691 |
1,108,229 |
1,211,537 |
1,283,388 |
Kort yvir Hawaii (trýst á myndini)
- Uml. 500 - Fyrstu niðursetufólkini koma úr Polynesia.
- 1778 - Enski uppdagingarferðandi James Cook verður sagdur vera fyrsti evropeari á oynnum.
Hann kallar tær Sandwich-oyggjarnar eftir einum av sínum sponsorum, John Montagu, 4. jalli
av Sandwich.
- 1779, 14. februar - James Cook dripin av oyggjabúgvunum.
- 1795 – Oynnar fyri fyrstu ferð savnaðar undir krígskonginum Kamehameha I (1758–1819).
- 1851 – Kamehameha III (1814–1854) leggur oyggjarnar undir vernd av USA.
- 1887 – Kongsvaldið formliga avtikið.
- 1894 – Lýðveldið Hawaii (1894-1898) sett á stovn. Liliuokalani drotning rikin frá valdinum.
- 1898 – 12. august viðurkennir USA lýðveldið.
- 1941 – 7. desember loypa japanar á Pearl Harbour. USA við í kríggið í parti við teimum sameindu.
- 1959 – 21. august blívur Hawaii 50. statur í Sambandsríki Amerika.
[rætta] Landalæra
[rætta] Størsti býur
[rætta] Sí eisini