Flogmýs
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Flogmýs |
||||||||
---|---|---|---|---|---|---|---|---|
Frøðilig flokking | ||||||||
|
Flogmýs (Chiroptera) eru einastu súgdýr, ið flúgva, og tað eru eini 1000 sløg í flogmúsaættini. Hesi lodnu flogdýrini verða skift í tveir bólkar: Tær smáu, sum eta kjøt, smáflogmýsnar, og tær stóru, sum eta plantur, stór-flogmýsnar.
[rætta] Stødd
- Størsta flogmúsin í heminum er maleisiski flogrevurin. Flogið er líka breitt sum ein bilur - 1,5 m. Hann etur fruktir og blómusáð.
- Minsta flogmúsin er humlufluguflogmúsin. Hon er bara 3 cm long og vigar 2 gramm.
[rætta] Vert at vita
- Tær súgva so mikið sum upp í ein eggjakopp av blóði hvørja nátt.
- Veingirnir á flogmúsini eru tunn húð, sum er tand út ímillum ógvuliga longu klørnar. Veingirnir eru naknir og tunnir sum sigarettpappír.
Hon ballar teir sum eitt teppi um sín mjúka kropp, tá ið hon fer at sova. - Um dagin hanga flogmýsnar eftir høvdinum í holum ella trøum, tær sova ella snáka sær.