John F. Kennedy
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Vældámdi, eygagóði og ríki John Fitzgerald "Jack" Kennedy (29. mai 1917 – 22. november 1963) var 35. og yngsti forseti, amerikanarar nakrantíð høvdu valt (1960). Hann setti sær fyri at gera stórar nýskipanir, nevndar "New Frontier", ella "nýggj mørk", men mangar av hesum nýggju lógunum steðgaðu í tinginum. Kennedy legði stóran dent á uttanríkispolitikk USA og hevði eina fasta og greiða støðu ímóti kommunismuni í Kubakreppuni og hjálpti valdsharrunum í Suðurvjetnam ímóti kommunistisku mótstøðurørsluni. Allur heimurin varð skelkaður, tá ið Kennedy varð myrdur í Texas í 1963, og hugsjónir og styrki hansara eru enn ikki farnar fólki úr minni.
[rætta] Sí eisini