Alken
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Ein alken er ein alkan við einari ella fleiri dupultbindingum. Bruttofrymilin fyri eina alken verður sostatt: CnH2n (er bert galdandi fyri alkenir við einari dupultbinding).
Alkenir verða nevndar við endingini -en og plássið har dupultbindingin situr verður ásett við einum talið. Alkenir eru ómettaðar, tí at tær hava dupultbinding/ar í sær. Hava tær bert eina dupultbinding, eru tær einkultómettaðar og hava tær fleiri dupultbindingar, eru tær fleirómettaðar.
Nakrar einfaldar alkenir eru:
- Ethen: C2H4 (eisini nevnd ethylen)
- Propen: C3H6
- 1-Buten: C4H8
- cis-3-Penten: C5H10
[rætta] Sì eisini
[rætta] Keldur
- John McMurry, Fundamentals of Organic Chemistry, Cornell University, 1998