Miðamerika
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Miðamerika er smalt eiði ímillum Meksiko fyri norðan og Suðuramerika fyri sunnan. Meginparturin er fjallalendi suður ígjøgnum landið, og har eru nógv gosfjøll. Í Karibiahavi úti fyri eysturstrondini eru nógvar vakrar, pálmavaksnar oyggjar. Málið, søgan og mentan í Miðamerika hava sum heild røtur aftur í hjálandatíðina. Til 1492, tá ið Kristoffur Kolumbus kom til Bahamasoyggjar, búðu bara indiánar í Miðamerika.
[rætta] Lond í Miðamerika
Navn á øki, við flaggi |
Vídd (km²) |
Íbúgvar (1 July 2005 est.) |
Tættleiki (per km²) |
Høvuðsstaður |
---|---|---|---|---|
Belis | 22,966 | 291,000 | 14 | Belis |
Kosta Rika | 51,100 | 4,327,000 | 85 | San José |
El Salvador | 21,040 | 6,881,000 | 327 | San Salvador |
Guatemala | 108,890 | 12,599,000 | 116 | Guatemala býur |
Honduras | 112,492 | 7,205,000 | 64 | Tegucigalpa |
Nikaragua | 129,494 | 5,487,000 | 42 | Managua |
Panama | 75,517 | 3,232,000 | 43 | Panama býur |
Tilsamans | 521,499 | 40,001,000 | 77 |