Web Analytics Made Easy - Statcounter

See also ebooksgratis.com: no banners, no cookies, totally FREE.

CLASSICISTRANIERI HOME PAGE - YOUTUBE CHANNEL
Privacy Policy Cookie Policy Terms and Conditions
Los Angeles - Wikipedia

Los Angeles

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Skjøldur Kort
Skjøldur hjá New York City
Grunddáta
Land: USA
Lutstatur: Kalifornia
Vídd: 423,970 km²
Íbúgvar (2006): 3 849 368
fyri km²: 3,168/km²
Heimasíða: www.ci.la.ca.us

Los Angeles er næststørsti býur í USA og størsti býur í Kalifornia. Los Angeles hevur umleið 3,8 mió íbúgvar.


[rætta] Ófriður

Í 1980-árunum og fyrst í 1990-árunum var búskaparlig afturgongd í USA, og nógvastaðni vaks spenningurin aftur ímillum hvít og svørt. Í 1992 endaði hesin spenningur við ógvusligum ófriði í Los Angeles, tá ið eitt nevningating, bara hvít, fríkendi fýra hvítar løgreglumenn, sum vórðu ákærdir fyri grovan harðskap ímóti einum ungum svørtum manni. Avgerð nevningatingsins fekk øði í tey svørtu økjunum í LA. Ófriðurin stóð við í tvey samdøgur, eini 60 fólk doyðu, og fleiri enn 2000 vórðu skadd. Oyðilagt var fyri einar 800 mió dollarar, og herurin og fleiri túsund løgreglufólk máttu leggja upp í.

Neistin sum festi í ófriðin í Los Angeles, var ein tilburður í 1991. Nakrir hvítir løgreglumenn steðgaðu einum svørtum bilførara, nevndur Rodney King, noyddu hann at leggja seg niður, lupu síðan á hann og slógu hann og sparkaðu hann. King, ið einki hevði gjørt til saka, var fluttur á sjúkrahús, illa skaddur. Ein eygleiðari tók álopið upp á sjónband, og upptøkan, ið vardi 2 minuttir, varð sýnd í amerikanska sjónvarpinum, men hóast álítandi prógv, vórðu løgreglumenninir fríkendir.

Ófriðurin í Los Angeles í 1992 var ringasti rasuófriður í USA í næstan 30 ár og vísti, at hóast nógv var batnað, var størri fíggindaskapur ímillum hvít og svørt enn hildið. Ótti fyri ófriði og ráni og skotbardøgum vóru ófrættatíðindi. Ein ríkisnevnd, ið varð sett at kanna ófriðin, fanst at løgregluni í Los Angeles og segði hana fara alt ov harðliga fram.


[rætta] Sí eisini


aa - ab - af - ak - als - am - an - ang - ar - arc - as - ast - av - ay - az - ba - bar - bat_smg - bcl - be - be_x_old - bg - bh - bi - bm - bn - bo - bpy - br - bs - bug - bxr - ca - cbk_zam - cdo - ce - ceb - ch - cho - chr - chy - co - cr - crh - cs - csb - cu - cv - cy - da - de - diq - dsb - dv - dz - ee - el - eml - en - eo - es - et - eu - ext - fa - ff - fi - fiu_vro - fj - fo - fr - frp - fur - fy - ga - gan - gd - gl - glk - gn - got - gu - gv - ha - hak - haw - he - hi - hif - ho - hr - hsb - ht - hu - hy - hz - ia - id - ie - ig - ii - ik - ilo - io - is - it - iu - ja - jbo - jv - ka - kaa - kab - kg - ki - kj - kk - kl - km - kn - ko - kr - ks - ksh - ku - kv - kw - ky - la - lad - lb - lbe - lg - li - lij - lmo - ln - lo - lt - lv - map_bms - mdf - mg - mh - mi - mk - ml - mn - mo - mr - mt - mus - my - myv - mzn - na - nah - nap - nds - nds_nl - ne - new - ng - nl - nn - no - nov - nrm - nv - ny - oc - om - or - os - pa - pag - pam - pap - pdc - pi - pih - pl - pms - ps - pt - qu - quality - rm - rmy - rn - ro - roa_rup - roa_tara - ru - rw - sa - sah - sc - scn - sco - sd - se - sg - sh - si - simple - sk - sl - sm - sn - so - sr - srn - ss - st - stq - su - sv - sw - szl - ta - te - tet - tg - th - ti - tk - tl - tlh - tn - to - tpi - tr - ts - tt - tum - tw - ty - udm - ug - uk - ur - uz - ve - vec - vi - vls - vo - wa - war - wo - wuu - xal - xh - yi - yo - za - zea - zh - zh_classical - zh_min_nan - zh_yue - zu -