Løgting
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Føroya løgting hevur røtur heilt aftur til landnámstíð umleið 825 og er nú við tí lóggávuvaldi, sum løgtingið fekk við heimastýrislógini 1948, sostatt eitt hitt elsta lóggávuting í heiminum.
Innihaldsyvirlit |
[rætta] Søga
Upprunaliga var tingið eitt alting, sum bæði hevði dómsvald og lóggávuvald. Útinnandi vald var einki í landinum. Tað var tí ættin, ið setti eitt nú dómar altingsins í verk. Eftir at Føroyar umleið 1035 gjørdust norskt skattland, minkaði vald altingsins. Altingið verður í 1300-1400 talinum til eitt løgting, hvørs høvuðsuppgáva er at vera dómsvald. Løgmaður, sum tingformaðurin nevndist, verður nú tilnevndur av kongi, og løgrættumenn, sum tingmenn nevndust, verða tilnevndir av kongsins umboðsmanni í Føroyum. Um 1380 koma Føroyar saman við Noregi undir Danmark, men oyggjarnar hava tó eina serstøðu sum gamalt norskt land. Hóast hesa gongd varðveitti Føroya løgting ávirkan á lóggávu, og landsins stýri fram til tíðarskeiðið við einaveldi, sum byrjar frá umleið 1660, tá myndugleiki løgtingsins av álvara tók at vikna. Henda gongd endaði við, at aldagamla Løgtingið varð avtikið við kongligari fyriskipan í 1816, samstundis sum dómsvald Løgtingsins var lagt til aðrar stovnar eitt nú Føroya rætt.
Tá ið Danmark 1849 fekk frælsa grundlóg, komu Føroyar undir hesa lóg, og gjørdi hon sostatt enda á tí serstøðu, Føroyar høvdu havt fyrst í norska ríkinum og seinni í danska. Við grundlógini gjørdust Føroyar formliga ein partur av danska ríkinum. Í Føroyum vóru mong, sum vildu hava Løgtingið endurreist, eitt nú fyri at amtmaðurin ikki einsamallur skuldi ráðgeva donskum myndugleikum við lóggávu fyri Føroyar. Tann, ið stríddist sum mest fyri hesum og sum heild fyri at vinna føroyingum frælsari politiskar ræsur, var Niels Winther
Tann 26. mars 1852 kom ríkisdagslógin um, at Føroya løgting skuldi setast aftur á stovn. Tingið fekk tó ikki lóggávuvald, men var í roynd og veru bert eitt amtsráð. Men hóast endurreista løgtingið hevði lítlan politiskan myndugleika, so fekk tað sum frá leið týdning bæði sum umboðan mótvegis stjórnini og sum eitt forum, har politiskt áhugaðir føroyingar kundu vinna sær politiskar royndir. Endurstovnaða løgtingið helt eftir fornum siði sín fyrsta tingfund ólavsøkudag 1852, eftir at tingmenn frammanundan høvdu verið til gudstænastu í Havnar kirkju.
Løgtingið og tess myndugleiki eru munandi broytt frá 1852 til í dag. Á endurreista løgtinginum var amtmaðurin tingformaður, men í 1923 varð skipanin broytt soleiðis, at løgtingsformaðurin varð valdur av tingmonnum. Í 1935 fekk løgtingið heimild at krevja inn løgtingsskatt, og undir seinna heimsbardaga virkaði Løgtingið í roynd og veru sum ein lóggevandi stovnur. Tá seinni heimsbardagi endaði 1945, var sjálvsstýrisrákið so sterkt, at eingin vildi venda aftur til amtsstøðuna, ið hevði verið galdandi, til kríggið brast á, og Føroyar vórðu hersettar. Eftir drúgvar samráðingar millum Føroyar og Danmark og eftir eina fólkaatkvøðu, har ein lítil meiriluti var fyri loysing, var heimastýrislógin sett í gildi hin 1. apríl 1948. Við hesi lóg fekk Føroya løgting lóggávuvald á ávísum lóggávuøkjum. Við nýggjari stýrisskipanarlóg frá 1995 var parlamentarisman knæsett sum politisk meginregla, eins og tingið við hesi lóg gjørdist meira líkt øðrum lóggávutingum í Norðurlondum.
[rætta] Løgtingsval
Løgtingsval verður hildið við hægst 4 fýra ára millumbili. Endamálið við hesum valið er at velja umboð fyri fólkið á Løgting. Hesi umboð verða nevnd tinglimir, ella býtt í kyn sun tingmenn og tingkvinnur umboðandi ávíkavist menn og kvinnur.
Okkara politiska skipan byggir á politiskar flokkar. Hvør politiskur flokkur hevur sín egna politikk, sum hann ynskir at fremja á løgtingi. Veljarin velur ein flokk, ella eitt valevni á listanum hjá flokkinum, og atkvøðurnar verða roknaðar til tinglimir eftir at atkvøðurnar eru taldar.
[rætta] Floksbýtið á Løgtingið 2004 - 2008
Á Løgtingsvaliðnum 20. januar 2004 vóru 31.788 fólk á val, hetta er ein valluttøkan uppá 92,3%.
* | * | * | * | * | * | * | * |
* | * | * | * | * | * | * | * |
* | * | * | * | * | * | * | * |
* | * | * | * | * | * | * | * |
* | Fólkaflokkurin: 7 (20,6%) |
* | Sambandsflokkurin: 7 (23,7%) |
* | Javnaðarflokkurin: 7 (21,8%) |
* | Sjálvstýrisflokkurin: 1 (4,6%) |
* | Tjóðveldisflokkurin: 8 (21,7%) |
* | Miðflokkurin: 2 (5,2%) |
Hin Stuttligi Flokkurin: 0 (2,4%) |
[rætta] Sí eisini
- Thorsteinsson, Arne: Ráðstova-gildisskáli-tinghús. Í: Mondul, nr. 3, 1978.
- Løgtingsformenn í Føroyum
- Løgmenn í Føroyum
- Amtmenn í Føroyum
- Ríkisumboð í Føroyum