Chloramphenicol
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Chloramphenicol er eitt slag av antibiotika. Tað virkar við at binda til bakteriu ribosomið og forða fyri ensyminum peptidyl transferase. Tað hevur tann fyrimunin eisini at ávirka (eukaryotar) menniskjakyknur og kann tí nýtast ímóti bakterium, ið goyma seg inni í menniskjakyknum. Tað verður tó sjáldan nýtt longur í framkomnum londum, vegna sjáldsama, men álvarsliga hjáárinið blóðmangul.
[rætta] Keldur
- S. P. Denyer, N. A. Hodges, S. P. Gorman, Hugo & Russel's Pharmaceutical Microbiology, 7th Edition, 2004, Blackwell Publishing.