Bænadikt frá Nursia
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Bænadikt (Benedictus) frá Nursia livdi umleið 480 - 547. Minnisdagur hansara er Bænadiktsmessa, 21. mars. Hann stovnaði í 529 benediktinaraordanin, sum gjørdist ein hin týdningarmesta katólska klosturskipanin. Móðurklostrið er á heygnum Monte Cassino millum Rom og Napoli í Italia. Slagorðið hjá benediktanaraordaninum er "Ore et labore", tað er latín og merkir: "Bið og arbeið"