Apostólska trúarjáttanin
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Apostólska trúarjáttanin, eisini kallað Fyrsta trúarjáttan (lat. Symbolum apostolicum) er ein frumkristin orðing, sum í stuttum sýnir nakrar av týdningarmestu lærusetningum kristindómsins.
[rætta] Søgan handan Apostólsku trúarjáttanina
Orsøkin til, at trúarjáttanin verður kallað "apostólsk" er hon, at teir tólv apostlarnir hava orðað trúarjáttanina. Søguliga letur hetta seg tó ikki prógva. Hinvegin er trúarjáttanin sprottin úr fleiri trúarorðingum, ið hava verið nýttar í ymiskum kirkjuliðum í fornkirkjuni. Trúarjáttanin, júst soleiðis sum hon er orðað nú, hevur helst verið at funnið fyri ár 200 e.Kr. Í dag verður Apostólska trúarjáttanin góðtikin av nærum øllum kristnum kirkjuliðum og kirkjufelagsskapum, og hon er ein av teimum 5 játtanarritunum í føroysku fólkakirkjuni. Millum annað nýtir føroyska fólkakirkjan Apostólsku trúarjáttanina, har hon verður messað, upplisin ella sungin til flest allar guðstænasturnar. Fólkakirkjan nýtir eisini Apostólsku trúarjáttanina í dóps- og konfirmatiónsritualinum.
Apostólska trúarjáttanin er í trimum liðum í samsvari við tríeindina. Ofta verður áðrenn sjálva trúarjáttanina byrjað við eini avnoktan av øllu tí ónda, men hetta er ikki ein partur av sjálvari trúarjáttanini.
[rætta] Apostólska trúarjáttanin
(Vit avnokta djevulin og allar gerningar hans og allan atburð hans.)
Vit trúgva á Guð Faðir, hin alvalda,
skapara himins og jarðar.
Vit trúgva á Jesus Kristus,
Guðs einborna son, váran Harra,
sum er gitin av heilagum anda,
borin í heim av Mariu Moy,
pínslaður undir Pontiusi Pilatusi,
krossfestur, deyður og jarðaður,
niður farin til heljar,
triðja dagin staðin upp frá deyðum,
farin til Himmals,
sitandi við høgru hond, Guðs Faðirs, hins alvalda,
haðani hann kemur at døma livandi og deyð.
Vit trúgva á heilagan anda,
eina heilaga almenna kirkju,
samfelag teirra heilagu, fyrigeving syndanna,
uppreisn likamsins og lív um aldur og ævir.
Amen!
[rætta] Kelda
Trúarjáttan føroysku fólkakirkjunnar, Føroyskt kirkjumál, 2000