T-kykna
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Ein T-kykna er eitt slag av hvítum blóðkyknum og sostatt ein partur av immunskipanini. T-kyknur verða framleiddar í beinmerginum, men búnaðar í thymus (hálseitlinum), haðani heitið stavar.
T-kyknur kunnu kennast frá B-kyknum við at tær hava ein ávísan reseptor á yvirflatuni, T-kyknu-reseptorin (TCR = T Cell Receptor).
T-kyknur kunnu býtast í:
- Hjálpi-t-kyknur (TH1, TH2) senda signalir og stimbra harvið immunskipanina. Tær hava proteinið CD4 á yvirflatuni. Hesar kyknur eru álopsmálið hjá HIV-virusinum.
- Drepara-t-kyknur (TC) drepa virussmittaðar kyknur. Tær hava proteinið CD8 á yvirflatuni.
[rætta] Keldur
- Michael T. Madigan, John M. Martinko, Brock Biology of Microorganisms, 11th Edition, 2006, Pearson Prentice Hall.