Jóannes Eidesgaard
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Løgmaður nr. | 37 |
---|---|
Løgmaður frá | 2004 – nú |
Loysti av | Anfinn Kallsberg |
Føddur | 19. apríl 1951 Tvøroyri |
Flokkur | Javnaðarflokkurin |
Jóannes Dan Eidesgaard varð valdur til løgmann 3. februar 2004.
Sum løgmaður hevur Jóannes Eidesgaard ábyrgd av stýrisskipanarmálum og fyrisiting.
Jóannes Eidesgaard er føddur 19. apríl 1951 á Tvøroyri. Hann er sonur Jonu og Erling Eidesgaard á Tvøroyri og er giftur við Anitu, dóttir Johild og Bjarna W. Joensen úr Froðba. Tey eiga tvey børn, Erling og Ingun.
Jóannes Eidesgaard tók læraraprógv í 1977, fekk starv á Tvøroyrar Skúla og var í starvinum, til hann í januar 1991 fór í landsstýrið.
Í 1990 varð hann á fyrsta sinni valdur inn á Løgting fyri Javnaðarflokkin í Suðuroyar valdømi og hevur verið afturvaldur síðan. Frá 1991 til 1993 var Jóannes Eidesgaard landsstýrismaður í almannamálum, heilsumálum og arbeiðsmarknaðarmálum, og eitt stutt skifti var hann eisini landsstýrismaður í mentanarmálum í samgonguni, ið var ímillum Fólkaflokkin og Javnaðarflokkin. Frá apríl 1993 til september 1994 var Jóannes aftur landsstýrismaður í almanna-, heilsu- og arbeiðsmarknaðarmálum, tá ið Javnaðarflokkurin var í samgongu saman við Sjálvstýrisflokkinum og Tjóðveldisflokkinum.
Í tíðarskeiðnum frá september 1994 til juni 1996 var Jóannes Eidesgaard landsstýrismaður í fíggjar- og búskaparmálum og norðurlandamálum. Hann var eisini varaløgmaður í hesari samgongu millum Sambandsflokkin, Javnaðarflokkin og Verkamannafylkingina.
Síðan 1996 hevur Jóannes Eidesgaard verið formaður Javnaðarfloksins og formaður í tingbólki Javnaðarfloksins. Jóannes hevur verið limur í uttanlandsnevndini og í Norðurlandaráðnum. Í tíðarskeiðnum 1996 til 1998 var hann fíggjarnevndarlimur.
Í tíðarskeiðnum frá 1998 til 2001 var Jóannes Eidesgaard fólkatingsmaður.
Jóannes Eidesgaard varð valdur býráðslimur á Tvøroyri frá 1980 til 2000, men hevur verið í farloyvi, tá ið hann hevur sitið í landsstýrinum.
- 1977 Læraraprógv á Føroya Læraraskúla.
- 1977 - 1990 Lærari í Tvøroyrar skúla.
- 1980 - 2000 Býráðslimur á Tvøroyri.
- 1990 - 2004 Løgtingslimur.
- 1991 - 1996 Landsstýrismaður.
- 1998 - 2001 Fólkatingslimur.
- 2004 - Løgmaður í Føroyum.
Andrass Samuelsen | Kristian Djurhuus | Peter Mohr Dam | Hákun Djurhuus | Peter Mohr Dam | Kristian Djurhuus | Atli Pætursson Dam | Pauli Ellefsen | Atli Pætursson Dam | Jógvan Sundstein | Atli Pætursson Dam | Marita Petersen | Edmund Joensen | Anfinn Kallsberg | Jóannes Eidesgaard