Fríðrikur Petersen
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Fríðrikur Petersen (* 22. apríl 1853 í Saltnesi - † 26. apríl 1917 í Frederiksberg) var próstur við bústaði á Nesi. Yrkti nógvar sangir, m.a. fyrsta føroyska tjóðsangin "Eg oyggjar veit" og "Gleðilig jól". Var mammubeiggi Hans Jacob Højgaard tónaskald.
- 1875 Studentur.
- 1876 Filosofikum.
- 1880 Gudfrøðiprógv (cand. theol.).
- 1890 - 1891 Løgtingslimur.
- 1893 - 1917 Løgtingslimur.
- 1894 - 1902 Landstingslimur (Fólkatinginum).
- 1906 - 1917 Landstingslimur (Fólkatinginum).
- 1906 - 1917 Formaður Sambandsfloksins.
[rætta] Sanghøvundur
- O móðurmál, stórt er títt fall (Heiti: Føroyska málið) (1877)
- Vísa um Føroyar (Eg oyggjar veit) (1877)
- Hvat kann røra hjartastreingir (Heiti: Føroyska málið) (1878)
- Gevið Brøður (1878)
- Bróður skál (1879)
- Gleðilig Jól (Heiti: Jólasálmur) (1891)
- Tíðin rennur sum streymur í á (gamlaárskvøld 1891)
- Deyði, hvar er nú broddur tín (1900)
- Hvørjum man tykjast vakurt hjá sær
[rætta] Bókmentir
- EDW. Mitens: Fríðrikur Petersen 1853-1953, Minnisútgáva, Tórshavn 1953