Stóra Dímun
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Stóra Dímun | |
---|---|
Landalæra | |
Vídd | 2,65 km² |
Vatn | 0,1 % |
Umsiting | |
Land | Føroyar |
Íbúgvalæra | |
Fólkatal | 4 (2004) |
Íbúgvatættleiki | 1,5 /km² |
Stóra og Lítla Dímun eru millum minstu oyggjar í Føroyum og liggja millum Suðuroy sunnanfyri og Skúvoy og Sandoy norðanfyri.
Málfrøðingar siga, at navnið Dímun hevur keltiskan uppruna. Fyrra stavilsi - dí ella di - týðir tvey, tvær ella tveir, meðan seinra stavilsi - mun - er ein leivd av keltiska orðinum muinn, ið týðir nakki, ryggur ella hædd. Tvs. at Dímun týðir tveir nakkar, tveir ryggir ella tvær hæddir.
Stóra Dímun, vanliga rópt Dímun, er 2,65 km² stór og 395 m høg. Hon hevur verið hildin at vera ein góð oyggj, tí hagin er sum bøur, og fuglurin, serliga lundi og ryta, er óføra nógvur. Áseyðatalið er um 400. Hóast oyggin er ring at koma til, hevur fólk búð har líka frá landnámstíð. Hon er nógv umrødd í Føroyingasøgu, sum viðger tíðina í Føroyum í 10. og 11. øld. Tá búðu brøðurnir Brestir og Beinir í Skúvoy, og teir høvdu eisini búgv í Dímun. Ófriðarligar tíðir vóru og menn samdust illa. Brestir og Beinir vórðu dripnir, og tá tók Havgrímur úr Suðuroy ræði í Dímun. Sonur hansara, Øssur Havgrímsson bygdi virki í oynni, men hann var dripin av Sigmundi Brestissyni.
Í miðøld varð oyggin kongsjørð og hevur síðani verið ein bóndagarður. Fyrr var skuldi nógv fólk til garðin, og fólkatalið lá um 20-25. Garðurin hevði eisini kirkju frá gamlari tíð, men hon var tikin niður í 1922. Veggirnir standa tó uppi enn.
Tað vandamiklasta arbeiðið var fuglaveiðan, og vanlukkur hava verið mangar, serliga í 19. øld og fyrst í 20. øld, tá fullu 17 menn. Teirra millum var sóknarpresturin, sum fall í Kleivini í 1874, tá ið hann var á veg av aftur oynni.
[rætta] Fólk úr Dímun
- Díðrikur í Kárastovu, málari.
|
|
---|---|
Borðoy | Eysturoy | Fugloy | Hestur | Kalsoy | Koltur | Kunoy | Lítla Dímun | Mykines | Nólsoy | Sandoy | Skúvoy | Stóra Dímun | Streymoy | Suðuroy | Svínoy | Vágar | Viðoy |