Hestoy
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Hestur | |
---|---|
Landalæra | |
Vídd | 5,9 km² |
Vatn | 1,1 % |
Umsiting | |
Land | Føroyar |
Íbúgvalæra | |
Fólkatal | 38 (2005) |
Hestur ella Hestoy liggur millum Streymoynna og Sandoynna og er bert 6 km² til víddar, men har hevur fólk búð líka frá landnámstíð ella eldru miðøld.
Elsta búplássið man hava verið á syðsta enda á oynni, úti á Hæli, tí har finnast leivdir eftir fornari búseting, og har er besti sólagangur, so korn hevur búnast væl. Men av tí at eingir møguleikar eru at søkja sjógvin haðani, eru hestmenn fluttir hagar, bygdin nú er. Oyggin er rættiliga høg (421 m), og í erva er hon ein stórur slætti við fleiri smáum og vøkrum vøtnum. Í sambandi við, at nýggj ferjuhavn, Gamlarætt, varð gjørd á vestursíðuni á Streymoynni, og nógv grót mátti spreingjast burtur, varð ein partur av hesum gróti førdur yvir um Hestsfjørð og nýttur til nýggja havn í Hesti, sum hevur givið sjóvinnuni og samferðsluni við oynna stórar fyrimunir. Hóast bygdin er lítil, undir 50 fólk, hevur hon svimjihøll. Hestmenn liva av fiskivinnu og landbúnaði, men eins og í Skúgvi er vestursíðan á Hesti bratt berg, og fuglaveiðan hevði rættiliga stóran búskaparliga týdning fyrr, serliga lundafleyggj.
Hestur er útoyggj, 18 merkur stór, harav 7 merkur kongs. Oyggin er long og smøl, hægstu støð eru Eggjarók og Múlin, bæði 421 metrar. Oyggin er sløtt omaná - sunnarlaga eru smá vøtn, t.d. Fagradalsvatn og Hálsvatn.
Øll vestursíðan er høgur bakki. Har eru fýra stakkar, m. a. Álvastakkur við Álvagjógv. Í fuglabjørgunum eigur alskyns bjargafuglur, m. a. er nógvur lomvigi. Teir gomlu søktu bjørgini, og hetta lá væl fyri, tí gongt var um stóran partin av teimum. Men bakkin er leysur - fyri einum 200 árum síðani tóku bjørgini at leypa víða hvar undir oynni.
[rætta] Hests kirkja
Sí høvuðsgrein: Hests kirkja.
[rætta] Myndasavn
[rætta] Kelda
|
|
---|---|
Borðoy | Eysturoy | Fugloy | Hestur | Kalsoy | Koltur | Kunoy | Lítla Dímun | Mykines | Nólsoy | Sandoy | Skúvoy | Stóra Dímun | Streymoy | Suðuroy | Svínoy | Vágar | Viðoy |