Fílur
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Fílur |
||||||||||||||
---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
Ein afrikanskur Fílur í Tanzania
|
||||||||||||||
Frøðilig flokking | ||||||||||||||
|
Ein fílur (úr arab. fil) er eitt súgdjór, ið livir í Afrika og Asia. Tað eru trý sløg av fílum í heiminum: Afrikanski runnafílurin, Afrikanski skógafílurin og Ásiafílurin - eisini ofta umrøddur sum indiskur fílur. Groft sagt er munurin fílanna ímillum, at afrikansku fílarnir hava stór oyru, meðan indisku fílarnir hava minni oyru. Afrikanski fílurin er størsta súgdjór á landi. Kvennfílurin og ungarnir halda tætt saman. Størsti kvennfílurin er oddafílurin og hinir elta hann. Afrikanski fílarnir fara ígjøgnum regnskógin í Afrika í flokki einir 20 saman.