Web Analytics Made Easy - Statcounter

See also ebooksgratis.com: no banners, no cookies, totally FREE.

CLASSICISTRANIERI HOME PAGE - YOUTUBE CHANNEL
Privacy Policy Cookie Policy Terms and Conditions
Vøluspá - Wikipedia

Vøluspá

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Vølvan byrjar sína frásøgn.
Vølvan byrjar sína frásøgn.

Vøluspá er kendasta og mest týðandi av norrønu gudakvæðunum. Soleiðis byrjar Vøluspá:

Hoyrið meg allar
heilagar verur,
meira og minni
ættfólk Heimdals.
Vilt tú, Valfaðir
at eg sigi frá
fornsøgum manna
teim fyrstu eg minnist.

Tað finnast tvær fullfíggjaðar uppskriftir av kvæðnum, onnur í tí sokallaðu kongabókini Codex Regius, meðan hin er at finna í Hauksbók. Munurin millum uppskriftirnar er lítil, stavsetingin brýtur frá og onkur ørindi mangla í báðum. Vanligt er tí at nýta ein “normaliseraðan” tekst, har holini í aðrari útgávuni eru fylt út úr hinari.

Úrslitið er tann kenda útgávan av Vøluspá, við 66 ørindum, yrktar í kvæðaháttinum fornyrðislag.

Tað sum serliga skilur Vøluspá frá øðrum gudakvæðum er, at tað ikki bara er ein uppremsan av ymsum mytologiskum frumevnum, men at kvæðið hevur eina nøkulunda samanhangandi søgugongd úr byrjan í enda.

Innihaldsyvirlit

[rætta] Fleiri kvæði?

Tað er eitt sindur óvist hvar og nær Vøluspá er yrkt. Helst er kvæðið sett saman í Íslandi, onkuntíð seint í 10. øld, altso stutt fyri kristningini av landinum. Óvissan er tó grundað á tað sannroynd, at partar av Vøluspá tykjast at vera eldri enn aðrir. Hetta, og so frávik í frásagnarhættinum, bendir á, at kvæðið er sett saman av fleiri eldri mytiskum kvæðum.

[rætta] Endurskipaði teksturin hjá Bugge

Ein afturvendand spurningur viðvíkjandi Vøluspá er: hvør er tað ið vølvan tosar við? Hóast hon í innganginum biður “allar heilagar verur” t.v.s. mannaættina um ljóð, og fleiri ferðir setur spurningin: “Skilja tit nú ella hvat?”, so benda fleiri skeivt sett ørindi inni í sjálvum tekstinum á, at Vøluspá, sum onnur norrøn kvæði, upprunaliga hevur havt ein episkan inngang. Hetta fekk norska filologin Sophus Bugge (1833-1907) at gera eina lítla endurskipan av tekstinum, har hann flutti ørindini 22, 28 og 29 fram í byrjanina av kvæðinum.

Ver tó varugur við, at henda endurskipan, hvussu logisk hon enn kann tykjast, merkir at kronologiska uppsetingin í upprunatekstinum er broytt.

[rætta] Vøluspá

Um vit nýta tann endurskipaða tekstin hjá Bugge, so byrjar Vøluspá við at siga frá vølvuni og seiðkvinnuni Heið, sum undir andamáning í einsemi, fær vitjan av Óðini. Hin gamli ásagudurin gevur hennu gávur at síggja út í ymsar heimar.

So byrjar vølvan sína frásøgn við at siga frá um upphavið, hvussu tíðin tók sína byrjan í tí mytisku frumglopruni Ginnungagapi, um hvussu frumlutirnir vóru til, og hvussu gudarnir fingu skil á tí skipaða alheiminum.

Eftir hetta kemur parturin ið vanliga rópast Dvørgatal, har vølvan sigur frá upphavi dvørgana og reksar eina rúgvu av dvørganøvnum upp. (Dvørgatal er helst eitt kvæðið fyri seg, sum av einari ella aðrari orsøk er vavt upp í Vøluspá).

Síðan sigur vølvan frá hvussu fyrstu menniskjuni vóru skapt, og um nornurnar, lagnuguddómarnar, ið halda til við einari av rótunum á Yggdrasils aski.

Vølvan sigur eisini frá umstøðunum viðvíkjandi tí fyrsta krígginum í heiminum, tá gudaættirnar æsir og vanir ruku í krovið á hvørjum øðrum, orsaka av drápinum av tí frumkendu Gullveig.

Annar partur av Vøluspá byrjar við at hin ljósi og góðlynti Baldur verður dripin. Drápið av Balduri er byrjanin til eina røð av ræðugerðum, sum enda við ragnarøkum, har gudar og jatnir útrudda hvønn annan. Ragnarøkur gera enda á heiminum, jørðin søkkur í kav, og alt endar aftur í sínari upprunastøðu í ti myrka ruðuleikanum.

Sambært vølvuna skal ein nýggjur heimur tó rísa úr havinum. Har skulu Baldur og drápsmaður hansara Høður ráða fyri borgum. Ein nýggjur gullaldur skal byrja, men fyri at gera vart við at alt gongur í ring, hómast hin ræðuligi ormurin Niðhøggur í sjónarringinum, ein áminning um at eisini hesin nýggi heimurin er dømdur til undirgang og deyða.

[rætta] Útvortis ávísing

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið


aa - ab - af - ak - als - am - an - ang - ar - arc - as - ast - av - ay - az - ba - bar - bat_smg - bcl - be - be_x_old - bg - bh - bi - bm - bn - bo - bpy - br - bs - bug - bxr - ca - cbk_zam - cdo - ce - ceb - ch - cho - chr - chy - co - cr - crh - cs - csb - cu - cv - cy - da - de - diq - dsb - dv - dz - ee - el - eml - en - eo - es - et - eu - ext - fa - ff - fi - fiu_vro - fj - fo - fr - frp - fur - fy - ga - gan - gd - gl - glk - gn - got - gu - gv - ha - hak - haw - he - hi - hif - ho - hr - hsb - ht - hu - hy - hz - ia - id - ie - ig - ii - ik - ilo - io - is - it - iu - ja - jbo - jv - ka - kaa - kab - kg - ki - kj - kk - kl - km - kn - ko - kr - ks - ksh - ku - kv - kw - ky - la - lad - lb - lbe - lg - li - lij - lmo - ln - lo - lt - lv - map_bms - mdf - mg - mh - mi - mk - ml - mn - mo - mr - mt - mus - my - myv - mzn - na - nah - nap - nds - nds_nl - ne - new - ng - nl - nn - no - nov - nrm - nv - ny - oc - om - or - os - pa - pag - pam - pap - pdc - pi - pih - pl - pms - ps - pt - qu - quality - rm - rmy - rn - ro - roa_rup - roa_tara - ru - rw - sa - sah - sc - scn - sco - sd - se - sg - sh - si - simple - sk - sl - sm - sn - so - sr - srn - ss - st - stq - su - sv - sw - szl - ta - te - tet - tg - th - ti - tk - tl - tlh - tn - to - tpi - tr - ts - tt - tum - tw - ty - udm - ug - uk - ur - uz - ve - vec - vi - vls - vo - wa - war - wo - wuu - xal - xh - yi - yo - za - zea - zh - zh_classical - zh_min_nan - zh_yue - zu -