Sjón (rithøvundur)
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Sjón er stuttnevni hjá íslendska rithøvundinum Sigurjón B. Sigurðsson (f. 27. august 1962),
Sjón gav fyrsta yrkingasavn sítt út á egnum forlagi í 1978. Í 1986 gav hann út skaldsøguna "Stálnótt". Fyrsta bók hansara, sum er týdd til danskt, er skaldsøgan "Augu þín sáu mig" frá 2002 (Dine øje så mig). Serliga kendur gjørdist hann fyri bókina Skugga-Baldur (2003), ið hann vann bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri í 2005. Skugga-Baldur kom út á føroyskum í 2006 í týðing eftir Jákup í Skemmuni. Í 2005 gav hann út bókina Argóarflísin (á donskum: "Splinten fra Argo"), har hann flættar saman gamlar íslendskar sjómannasøgur og forgrikskar gudasøgur. Sjón hevur eisini skrivað fleiri sangunum til filmin Dancer in the Dark (2000) hjá Lars von Trier.