Web Analytics Made Easy - Statcounter

See also ebooksgratis.com: no banners, no cookies, totally FREE.

CLASSICISTRANIERI HOME PAGE - YOUTUBE CHANNEL
Privacy Policy Cookie Policy Terms and Conditions
Leirvík - Wikipedia

Leirvík

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Leirvík
Leirvík á Føroyakortinum.
Postnummar FO 867
Kommuna Leirvíkar kommuna
Markatal 32-08-11
Íbúgvar (2005) 853

Leirvík er ein bygd í Eysturoynni.

Leirvík er gomul bygd, sum liggur við Leirvíksfjørð, og frá gamlari tíð hava verið tríggir býlingar har, uttan Á, á Toftanesi og við Garð. Í sambandi við útbygging av havnarlagnum og vegføringini til ferjuleguna varð neyðugt at gera fornfrøðiligar kanningar av økinum á Toftanesi. Stórur útgrevstur fór fram, og lutir og húsatoftir komu fyri ein dag sum prógvaðu, at bygdin er frá víkingatíð. Hesar toftir eru nú friðaðar.

Leirvík á frímerkinum frá 2006.
Leirvík á frímerkinum frá 2006.

Í sagnatilfarinum er Leirvíks-Páll kendur, og táttur var yrktur um hann, tá ið hann fór til Velbastaðar at hitta Ellint bónda. Tað kom til bardaga teirra millum, og við snildum fekk Páll beint fyri Ellinti. Í 1725 kom loynikeypsskip til Leirvíkar, og menn fóru umborð at keypa frá teimum. Tí verri vóru teir smittaðir av pokum. Stutt eftir var brúdleyp í bygdini, og tá varð øll bygdin smittað. Stórur partur av leirvíkingum doyði. Bygdin mentist tó skjótt eftir henda skaði, tí fólk úr øðrum bygdum fluttu á kongsgarðarnar, sum vóru mannleysir. Meginparturin av jørðini í Leirvík er kongsjørð. Manntalið í bygdini var í 1801 komið uppá 85, og nú, 200 ár seinri, er talið 10 ferðir so høgt, ella 853 (2005).

Leirvík er gott útróðrarpláss, tí lætt er at rógva út bæði norður eftir og suður eftir. Eisini hevur farleiðin úr sunnaru oyggjunum til Norðoyar frá gamlari tíð ligið um Leirvík, men nú er tunnil gjørdur undir Leirvíksfirði, so koyrandi er til Klaksvíkar og stóran part av Norðoyum.

Fyri nøkrum árum síðani lat kendur leirvíkingur gera bátasavn, sum sýnir gamlar bátar frá fyrra parti av farnu øld. Í sama bygningi er eisini eitt málningasavn, sum fyrst og fremst umboðar kenda listamálaran úr Leirvík, Jóannis Kristiansen.

Tónleikarin Høgni Lisberg kemur eisini úr Leirvík.

[rætta] Kelda


aa - ab - af - ak - als - am - an - ang - ar - arc - as - ast - av - ay - az - ba - bar - bat_smg - bcl - be - be_x_old - bg - bh - bi - bm - bn - bo - bpy - br - bs - bug - bxr - ca - cbk_zam - cdo - ce - ceb - ch - cho - chr - chy - co - cr - crh - cs - csb - cu - cv - cy - da - de - diq - dsb - dv - dz - ee - el - eml - en - eo - es - et - eu - ext - fa - ff - fi - fiu_vro - fj - fo - fr - frp - fur - fy - ga - gan - gd - gl - glk - gn - got - gu - gv - ha - hak - haw - he - hi - hif - ho - hr - hsb - ht - hu - hy - hz - ia - id - ie - ig - ii - ik - ilo - io - is - it - iu - ja - jbo - jv - ka - kaa - kab - kg - ki - kj - kk - kl - km - kn - ko - kr - ks - ksh - ku - kv - kw - ky - la - lad - lb - lbe - lg - li - lij - lmo - ln - lo - lt - lv - map_bms - mdf - mg - mh - mi - mk - ml - mn - mo - mr - mt - mus - my - myv - mzn - na - nah - nap - nds - nds_nl - ne - new - ng - nl - nn - no - nov - nrm - nv - ny - oc - om - or - os - pa - pag - pam - pap - pdc - pi - pih - pl - pms - ps - pt - qu - quality - rm - rmy - rn - ro - roa_rup - roa_tara - ru - rw - sa - sah - sc - scn - sco - sd - se - sg - sh - si - simple - sk - sl - sm - sn - so - sr - srn - ss - st - stq - su - sv - sw - szl - ta - te - tet - tg - th - ti - tk - tl - tlh - tn - to - tpi - tr - ts - tt - tum - tw - ty - udm - ug - uk - ur - uz - ve - vec - vi - vls - vo - wa - war - wo - wuu - xal - xh - yi - yo - za - zea - zh - zh_classical - zh_min_nan - zh_yue - zu -