Klaksvíkar kommuna
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Klaksvíkar kommuna er næststørsta kommuna í Føroyum.
11. juni 2007 varð kunngjørt, at Svínoyar kommuna verður løgd saman við Klaksvíkar kommunu eftir komandi bygdaráðsval.
Innihaldsyvirlit |
[rætta] Hon umfatar 5 bygdir og er á 2 oyggjum
[rætta] Á Borðoynni
[rætta] Á Kalsoynni
[rætta] Brot úr søguni hjá Klaksvíkar kommunu
Tórshavn hevði fingið kommunuskipan longu í 1866, men tað var ikki fyrr enn í 1873, at kommunuskipan varð sett í gildi fyri allar Føroyar. Frammanundan – síðan 1850 – høvdu Føroyar verið býttar sundur í 8 ”fattigforstanderskaber”, Klaksvíkin saman við restini av Norðuroyggjum. Tá kommunuskipanin kom í 1873 varð sami leistur nýttur. Føroyar vóru býttar sundur í 8 sóknarkommunur, Norðuroyggjar gjørdust ein kommuna. Kommunufundir vóru hildnir skiftivís á prestagarðinum í Ónagerði á Viðareiði og á einum bóndagarði í Klaksvík.
Tá Klaksvíkin, sum ein avleiðing av, at Kongaligi Einahandilin varð avtikin í 1856 fór at mennast vinnuliga, gjørdist hendan skipan óhøglig. Hóast høvuðsvinnan var landbúnaður alla øldina, so vóru bæði handil og fleiri fiskiskip á staðnum longu í 1865. Fólkatalið, sum í 1860 hevði ligið um tey 200, var í 1908 vaksið upp í 700.
Hetta hevði m.a. við sær, at Klaksvíkin gjørdist sjálvstøðug kommuna í 1908, og í 1911 fekk bygdin, sum í fyrisitingini hevði verið nevnd Vágur, navnið Klaksvík. Høvuðsuppgávan hjá Klaksvíkar Kommunu, sum í 1972 fekk býarheiti, gjørdist at skapa hóskandi karmar um tað vaksandi virksemið í bygdini.
[rætta] Býráðsformenn í Klaksvíkar kommunu
Sí Býráðsformenn í Klaksvíkar kommunu
[rætta] Slóðir
Heimasíðan hjá Klaksvíkar kommunu
Kommunur í Føroyum | ||
Eiðis | Fámjins | Fuglafjarðar | Fugloyar | Funnings | Gøtu | Hovs | Húsa | Húsavíkar | Hvalbiar | Hvannasunds | Klaksvíkar | Kunoyar | Kvívíkar | Leirvíkar | Miðvágs | Nes | Porkeris | Runavíkar | Sandavágs | Sands | Sjóvar | Skálavíkar | Skopunar | Skúvoyar | Sumbiar | Sunda | Svínoyar | Sørvágs | Tórshavnar | Tvøroyrar | Vágs | Vestmanna | Viðareiðis | Øravíkar |