Web Analytics Made Easy - Statcounter

See also ebooksgratis.com: no banners, no cookies, totally FREE.

CLASSICISTRANIERI HOME PAGE - YOUTUBE CHANNEL
Privacy Policy Cookie Policy Terms and Conditions
Janus Kamban - Wikipedia

Janus Kamban

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Maður og kvinna, 1971, bronsa, Niels Finsens gøta.
Maður og kvinna, 1971, bronsa, Niels Finsens gøta.

Janus Kamban er føddur 10. september 1913 í Tórshavn.

Janus Kamban er einasti, ið eftir livir av tí ættarliði av gávuríkum listafólkum, ið stóðu fyri nýbrotinum í føroyskari myndlist í 1930árunum. Eins og tey flestu føroysku myndlistafólkini av hesum ættarliði fór Janus til Keypmannahavnar, har hann árini 1932-35 og 1938-40 var næmingur á Kunstakademiets Billedhuggerskole hjá Ejnar Utzon-Frank professara. Eftir kríggið kom Janus aftur til Havnar, og her hevur hann síðani búð og virkað. Hann hevur av fullum huga tikið lut í menningini av myndlistini her á landi, og lagt rygg til mong tiltøk á hesum øki, millum annað sum nevndarlimur og formaður fyri Listafelag Føroya og leiðari fyri Listaskálan 1969-78. Yviri við Strond hevur hann sína rúmligu listaskemmu, haðani útsýnið er frítt yvir Nólsoyarfjørðin.

Janus Kamban telist ímillum Føroya fremstu listafólk. Í list hansara ræður tann einfaldi greiði formurin og monumental virðilig spekt. Í fleiri standmyndum er seyðurin myndevni - nevnast kann millum annað Tvílemba 1955 í Listasavni Føroya. Grindahvalurin verður eisini viðgjørdur - í figurbólkinum m.a. Bólkur 1986. Standmyndir Janusar príða almenn tún og bygningar víða um í Føroyum. Á listasavninum eru m.a. bringumyndir av Hans A. Djurhuus skaldi 1936 og Vensili 1951. Onnur høvuðsverk eru Móðurmálið 1948, úr føroyskum gróti, uttan fyri Landsbókasavnið í Havn, og Dansiringurin 1956, úr bronsu, í Føroya Banka.

Í prentlist síni, serliga linoskurði, mangan í fleiri litum, er havið, sjófuglurin og lívið við strondina eitt høvuðs myndevni. Eingin hevur sum Janus megnað at lýsa tær fullfíggjaðu linjurnar í tí lætta og tó sterka og smidliga føroyska bátinum. Janus Kamban hevur fingið fleiri heiðursmerki fyri list sína, og tikið lut í óteljandi framsýningum av føroyskari list uttanlands. Í 1993 skipaði Listasavn Føroya fyri stórari afturlítandi framsýning av myndhøggaralist og prentlist hansara - nú hann fylti 80 ár. Í 1995 gav Listasavni út bók eftir Gunnari Hoydal, rithøvunda og ummælara, um lív og verk Janusar.

[rætta] Bøkur

  • Gunnar Hoydal: Janus Kamban. Myndatøkur: Ole Wich og Ole Jensen. Tórshavn: Listasavn Føroya, 1995. - 115 s.

[rætta] Kelda

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
Onnur mál


aa - ab - af - ak - als - am - an - ang - ar - arc - as - ast - av - ay - az - ba - bar - bat_smg - bcl - be - be_x_old - bg - bh - bi - bm - bn - bo - bpy - br - bs - bug - bxr - ca - cbk_zam - cdo - ce - ceb - ch - cho - chr - chy - co - cr - crh - cs - csb - cu - cv - cy - da - de - diq - dsb - dv - dz - ee - el - eml - en - eo - es - et - eu - ext - fa - ff - fi - fiu_vro - fj - fo - fr - frp - fur - fy - ga - gan - gd - gl - glk - gn - got - gu - gv - ha - hak - haw - he - hi - hif - ho - hr - hsb - ht - hu - hy - hz - ia - id - ie - ig - ii - ik - ilo - io - is - it - iu - ja - jbo - jv - ka - kaa - kab - kg - ki - kj - kk - kl - km - kn - ko - kr - ks - ksh - ku - kv - kw - ky - la - lad - lb - lbe - lg - li - lij - lmo - ln - lo - lt - lv - map_bms - mdf - mg - mh - mi - mk - ml - mn - mo - mr - mt - mus - my - myv - mzn - na - nah - nap - nds - nds_nl - ne - new - ng - nl - nn - no - nov - nrm - nv - ny - oc - om - or - os - pa - pag - pam - pap - pdc - pi - pih - pl - pms - ps - pt - qu - quality - rm - rmy - rn - ro - roa_rup - roa_tara - ru - rw - sa - sah - sc - scn - sco - sd - se - sg - sh - si - simple - sk - sl - sm - sn - so - sr - srn - ss - st - stq - su - sv - sw - szl - ta - te - tet - tg - th - ti - tk - tl - tlh - tn - to - tpi - tr - ts - tt - tum - tw - ty - udm - ug - uk - ur - uz - ve - vec - vi - vls - vo - wa - war - wo - wuu - xal - xh - yi - yo - za - zea - zh - zh_classical - zh_min_nan - zh_yue - zu -