Web Analytics Made Easy - Statcounter

See also ebooksgratis.com: no banners, no cookies, totally FREE.

CLASSICISTRANIERI HOME PAGE - YOUTUBE CHANNEL
Privacy Policy Cookie Policy Terms and Conditions
Jákup Dahl - Wikipedia

Jákup Dahl

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Jákup Dahl, Kristian Osvald Viderø og Victor Danielsen. Frímerki av 2007.
Jákup Dahl, Kristian Osvald Viderø og Victor Danielsen. Frímerki av 2007.

Jacob Dahl ella Jákup Dahl sum hann eitur á føroyskum (5. juni 1878 í Vági5. juni 1944 í Tórshavn) var próstur í Føroyum og ein av teimum fyrstu, sum týddu bíbliuna til føroyskt. Eisini skrivaði hann ta fyrstu føroysku skúlabókina (Føroysk mállæra til skúlabruks).

Keypmanssonurin Jákup Dahl varð føddur suðuri í Vági í 1878. Í 1893 fór tann bert 15 ára gamli Dahl til Havnar at ganga á læraraskúla. Í 1897 fór Dahl til Danmarkar, har hann fyrst gekk á studentaskúla, og síðan, í 1899 byrjaði at lesa gudfrøði við Lærda Háskúlan í Keypmannahavn. Hann tók sítt embætisprógv í 1905. Í 1907-08 var hann lærari á háskúlanum í Karise á Sælandi. So fór Jákup Dahl heimaftur til Føroya og gjørdist lærari á Real- og Læraraskúlanum í Tórshavn. Um tað mundi var tað ikki loyvt at læra frá sær á føroyskum, men Dahl aktaði ikki boðini og tosaði við sínar føroysku næmingar á føroyskum, til hann fór frá í 1912.

Sama ár varð Jákup Dahl settur sum prestur í Suðurstreymoyar prestagjaldi. Seks ár seinni, í 1918, varð hann útnevndur til próst og sat í hesum starvi til hann doyði í 1944. Longu sum blaðungur, var Jákup Dahl hugtikin av teimum tjóðskaparligu hugsjónunum. Sum so mangir aðrir prestar við honum – m.a. vinmaðurin frá studentatíðini og undanmaðurin í próstastarvinum A. C. Evensen (1874-1917) – ynskti Dahl at kirkjumálið varð umsett til føroyskt. Í 1918-19 hevði hann týtt ritualini, men orsakað av politiskum stríði, komu tey ikki út fyrr enn í 1929 og vóru “autoriseraði” í 1930. Hann fór undir at umseta Nýggja Testamenti til føroyskt, og teir ymsu partarnir komu út í smáritum frá umleið 1923 til 1936. Í 1937 kom so Nýggja Testamenti út í samlaðari útgávu. Av Gamla Testamenti hevði Dahl longu í 1923 umsett Sálmarnar.

Av øðrum kirkjuligum tilfari umsetti Dahl Luthers Katekismus (1922), og Bíbliusøguna hjá Carl Frederik Balslev. Hann skrivaði eisini lestrarbøkur til deknarnar.

Harafturat yrkti Jákup Dahl fleiri sálmar – 17 teirra finnast í sálmabókini – har eisini 70–80 sálmar, týddir av Dahl eru at finna. So tíðliga sum í 1908 skrivaði Dahl “Føroysk mállæra til skúlabrúks”, sum hevur verið nýtt í skúlunum heilt upp til okkara tíð. Umframt síni kirkjuligu og málsligu verk var Jákup Dahl eisini skald og skrivaði fleiri yrkingar og stuttsøgur.

[rætta] Kelda

  • Postverk Føroya: Bíbliutýðarar (2007)
  • Anton Degn : Dahl, Jacob í: Dansk biografisk leksikon, 3. udgave, bind 3 (1979), s. 517-518
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið

[rætta] Á netinum


aa - ab - af - ak - als - am - an - ang - ar - arc - as - ast - av - ay - az - ba - bar - bat_smg - bcl - be - be_x_old - bg - bh - bi - bm - bn - bo - bpy - br - bs - bug - bxr - ca - cbk_zam - cdo - ce - ceb - ch - cho - chr - chy - co - cr - crh - cs - csb - cu - cv - cy - da - de - diq - dsb - dv - dz - ee - el - eml - en - eo - es - et - eu - ext - fa - ff - fi - fiu_vro - fj - fo - fr - frp - fur - fy - ga - gan - gd - gl - glk - gn - got - gu - gv - ha - hak - haw - he - hi - hif - ho - hr - hsb - ht - hu - hy - hz - ia - id - ie - ig - ii - ik - ilo - io - is - it - iu - ja - jbo - jv - ka - kaa - kab - kg - ki - kj - kk - kl - km - kn - ko - kr - ks - ksh - ku - kv - kw - ky - la - lad - lb - lbe - lg - li - lij - lmo - ln - lo - lt - lv - map_bms - mdf - mg - mh - mi - mk - ml - mn - mo - mr - mt - mus - my - myv - mzn - na - nah - nap - nds - nds_nl - ne - new - ng - nl - nn - no - nov - nrm - nv - ny - oc - om - or - os - pa - pag - pam - pap - pdc - pi - pih - pl - pms - ps - pt - qu - quality - rm - rmy - rn - ro - roa_rup - roa_tara - ru - rw - sa - sah - sc - scn - sco - sd - se - sg - sh - si - simple - sk - sl - sm - sn - so - sr - srn - ss - st - stq - su - sv - sw - szl - ta - te - tet - tg - th - ti - tk - tl - tlh - tn - to - tpi - tr - ts - tt - tum - tw - ty - udm - ug - uk - ur - uz - ve - vec - vi - vls - vo - wa - war - wo - wuu - xal - xh - yi - yo - za - zea - zh - zh_classical - zh_min_nan - zh_yue - zu -