Isaac Bashevis Singer
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Isaac Bashevis Singer (21. november 1902 – 24. juli 1991) var amerikanskur rithøvundur, føddur í Pólland og ein av leiðandi rithøvundunum innan jiddiskan skaldskap.
Familjan búði í Warszawa, men mátti flyta til heimbygdina hjá mammuni í 1917 orsakað av tí, ið fór fram undir fyrra veraldarbardaga.
Í 1923 flutti Singer aftur til Warszawa og fór at arbeiða á einum bókmentaligum tíðarriti har.
Í 1935 fór hann til USA fyri at sleppa undan vaksandi fasismuni í Pólland.
Singer gav út einar 18 skaldsøgur, 14 barnabøkur, ritroyndir og greinar, men er serliga kendur sum stuttsøguhøvundur.
[rætta] Heiðurslønir
- 1978 - Nobel heiðursløn