Boys In A Band
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Boys In A Band er ein føroyskur rokkbólkur.
Tá ið Pætur, Heri, Heini, Rógvi og Símun á heysti 2006 stovnaðu bólkin við heitinum Boys In A Band, settu teir somuleiðis gongd í eitt nýtt rák í føroyskum tónleiki. Teir vistu bara ikki av tí. Síðani hevur bólkurin verið ein av aktivastu bólkum í Føroyum.
Boys In a Band siga seg spæla kovboyrokk, sum stutt sagt er ein blanding av aggandi gomlum bluestónleiki og spildurnýggjum rokki. Bólkurin er fullkomiliga elektriskur á palli. Eftir legendarisku framførsluna í Kagganum, har Boys In A Band spældu í sambandi við stóra AME-tiltakið, vórðu teir bókaðir til ikki færri enn tríggjar festivalar niðri í summar 2007. Teir eru somuleiðis vælumtóktir á 15 teim bestu, hava vunnið Planet Award fyri at vera besti nýggi bólkurin í 2006.