Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Saltangará er ein bygd í Runavíkar kommunu á eystara armi á Skálafjørðinum. Saltangará er ikki gomul bygd; til í 1960unum vóru einans einstøk hús spjadd í økinum, ið varð kallað í Heiðunum. Við øktu miðsavningini í seinnu helvt av 20. øld gjørdist Saltangará ein stórbygd, ið varð bygd áføst við Glyvrar innanfyri og Runavík uttanfyri. Saltangará er í dag handilsligi miðdepilin í Runavíkar kommunu. Umframt nógvar vinnufyritøkur hava Postverk Føroya, Almannastovan og Toll- og skattstova Føroya deild í Saltangará. Brøðrasamkoman hevur samkomuhúsið Berøa í Saltangará.