Østrogen
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Østrogen eru ein bólkur av steroidhormonum, ið virkað sum kvinnulig kynshormonir. Tað eru trý týdningarmikil menniskjalig østrogenir: Østradiol, østron og østriol. Østradiol er tað máttmiklasta og tað sum mest verður úrskilt av.
Østrogen eru týðandi fyri menningina av sekunderu kynssermerkunum so sum bróstum, og eru við til at stýra mánasjúkusyklus. Tað finnast fleiri kunstiga framleidd østrogen, t.d. ethinylestradiol, og verða hesi m.a. nýtt sum gitnaðarforðing saman við einum progestogenið í sonevndu P-pillarunum.
[rætta] Sí eisini
[rætta] Keldur
- H. P. Rang, M. M. Dale, J. M. Ritter, R. J. Flower, Rang and Dale's Pharmacology, 6th Edition, 2007, Churchill Livingstone.