Ægir
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Ægir var havgudur í norðurlendskari gudalæru, vanliga roknaður millum æsirnar, hóast hann var av jøtunætt; við konu síni Rán átti hann níggju døtur, sum ímynda aldur; teirra millum vóru Bára, Bylgja, Drøvn, Dúva, Ronn og Unn.
[rætta] Fólkanavn
Ægir verður nýtt sum fólkanavn í Føroyum, Íslandi, Noregi og Danmark, og í sniðunum Aegir og Ägir í Svøríki.