Filipsoyggjar
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
|
|||
Tjóðarmotto: Maka-Diyos, Makatao, Makakalikasan, at Makabansa For God, For People, For Nature and For Country |
|||
Tjóðsangur: filipinskt; Lupang Hinirang enskt; Chosen Land |
|||
Alment mál | Filipinskt, Enskt | ||
Høvuðsstaður | Manila | ||
Presidentur | Gloria Macapagal-Arroyo | ||
Visepresidentur | Noli de Castro | ||
Fullveldi | 4. juli 1946 (frá USA og Spania) |
||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
300,000 km² km² 0.61 % |
||
Íbúgvar - tilsamans 2008 - tættleiki |
90 500 000 295/km² |
||
Gjaldoyra | Filipinskur peso (PHP) | ||
Tíðarzona | UTC +8 | ||
Alnet økisnavn | .ph | ||
Telefonkota | ++63 |
||
Spenningur | |||
Filipsoyggjar (filipinskt; Republika ng Pilipinas, Enskt; Republic of the Philippines) er eitt stórt land í Landsynningsásia. Filipsoyggjar hevur 90,5 mió íbúgvar. Høvuðstaðurin kallast Manila, og størsti býurin er Quezon City. Almennu málini eru tvey í tali, filipinskt og enskt. Í næstan 400 ár vóru Filipsoyggjar undir Spania, og landið er kallað upp eftir spanska konginum Filipi 2. Í 1898 legði USA Filipsoyggjar undir seg og hevði ræðið, til landið gjørdist frælst ríki í 1946.
Innihaldsyvirlit |
[rætta] Fólkið
Flestu filipinar eru av maleiiskari ætt, men har eru eisini kinverskir tilflytarar og mestitsar, fólk av blandaðum blóði.
Í summum fjarskotnum og avbyrgdum oyggjum í Filipsoyggjum búgva fólk, ið liva sum veiðifólk og savnarar og lívbjarga sær við at fiska, veiða dýr, henta ber, savna frukt og grønmeti. Hesi upprunafólk eru ímillum tey seinastu í heiminum, sum liva soleiðis, men tilvera teirra er hótt, tí at skógirnir, har tey halda til, verða høgdir niður.
[rætta] Átrúnaður
Viðgitni rannsóknarfarin Magellan var fyrsi maður, ið boðaði filipinum katólska trúgv, tá ið hann á ferð síni kring jørðina fór í land í oynni Cebu í 1521. Meðan spaniamenn ráddu, tóku mangir filipinar við katólskari trúgv, og hon gjørdist átrúnaður um alt landið uttan í syðstu oynni Mindanao, har fólkið er muslimskt. Filipsoyggjar eru einasta kristna land í Asia, og katólska kirkjan hevur stóra ávirkan á gerandisdag fólksins.
[rætta] Búskapur
Fyrr vóru Filipsoyggjar ímillum tey ríkastu londini í Asia, men seinastu 50 árini eru tær heilt dotnar burtur ímillum, skulu tær bera seg saman við grannalond síni. Helvtin av fólkinum livir í fátækradømi, og mangir filipinar verða noyddir at fara av landinum at arbeiða, so at teir kunnu breyðføða seg og síni. Um 2 % av vinnuføra fólkinum arbeiða uttanlands og senda pening heim til húski sítt at liva fyri. Hvørt ár senda filipinskir fremmandaarbeiðarar um 7 milliardir krónur heim til landið.
Kokospálmin trívst væl í heita og slavna veðurlagnum í Filipsoyggjum og ber frukt í næstan 70 ár. Nøtirnar hanga í tyssum, einar 15-20 nøtir í hvørjum, og tá ið tær eru búnar, verða tær slignar niður við bambusstongum. Bara Indonesia dyrkar meiri meiri kokosnøtir enn Filipsoyggjar, og einki annað land í heiminum ger so nógv kopra, sum fræhvítin inni í nøtini verður nevndur. Filipsoyggjar flyta út nógva vøru, sum verður gjørd úr kokosnøtum. Alt á kokospálmanum kann verða nýtt. Røturnar verða nýttar til heilivág og litevni, bulurin til við og trækol, bløðini til tekjur og flættað til kurvar og mottur. Úr nøtini fæst matur og ráevni til mottur, smyrsl og sápu.
Ifugaofólkið hevur í mong túsund ár velt í fjallalendinum í norðara parti í oynni Luzon. Tað, sum eyðkennir landslagið her, eru vandaliga løgdu rísbríkarnar, sum eru laðaðar langt niðan í brøttu líðirnar. Mong ferðafólk koma eisini at síggja fornu rísbríkarnar, ið eisini verða kallaðar áttanda undurverk heimsins. Men allir rísbøndur í Filipsoyggjum dyrka ikki rís sum ifugaaofólkið. Altjóða Rísgranskingarstovnurin hevur sætið í Filipsoyggjum og hevur alt fram nýggj ríssløg, sum hava fleiri korn á aksinum; stovnurin hevur eisini ment maskinur at sáa og heysta við.
Nógv náttúrutilfeingi er í landinum, m.a. gull, kopar og krom. Týdningarmestu landbúnaðarvørurnar, ið verða fluttar út, eru tubbak, sukur og frukt.
[rætta] Landafrøði
Filipsoyggjar eru mitt í eldkringi, sum hinar oyggjarnar í Landsynningsásia eru uppií. Tær eru eisini beint á leiðini, har hørðu tropisku ódnirnar ganga. Tí hevur filipinska fólkið verið hart roynt av náttúruvanlukkum. 7 107 oyggjar eru í landinum, av teimum eru um 1000 bygdar. Mesta fólkið býr í oynni Luzon fyri norðan, og har er høvuðsstaðurin Manila.
Á hvørjum ári eru einar 20 tropiskar melduródnir, nevndar týfonir, í Filipsoyggjum. Ódnirnar eru harðar, og vindferðin kemur upp í einar 100 km/t; og øgiligur uppgangur. Mong fólk umkomast, og túsundtals hús verða tikin av grundum. Ringast statt er altíð á láglendinum, men fólk mega vera har, tí at lítið er av dyrkilendi aðrastaðni. Jørðin í láglendinum er eisini bílig at keypa.
[rætta] Søga
Síðan 1965 hevði Ferdinand Marcos (11. september 1917 – 28. september 1989) havt valdið í Filipsoyggjum; harðræðisstýri hansara køvdi alla mótstøðu, armaði landið og elvdi til mikla misnøgd ímillum fólkið. Hann stýrdi við harðari hond, svikaði hvørja ferð, val var, til tess at hava valdið, og stjól til sín sjálvs ovurstórar ognir frá landi og fólki. Fremsti andstøðingur hansara var Benigno Aquino (27. november 1932 – 21. august 1983), ið viðhaldsmenn Marcos drupu í 1986. Andstøðan ímóti einræðisstýrinum flyktist síðan um einkjuna eftir Benigno, Corazon. Í 1986 gjørdi Marcos grovt valsvik á tjóðartingsvalinum. Herurin setti seg upp ímóti honum, og hann mátti flýggja til Sambandsríki Amerika. Frú Aquino tók við valdinum og vann stórsigur á valinum árið eftir, og fólkaræði varð aftur sett í gildi.
[rætta] Handil
Útflutningur | Innflutningur | |
---|---|---|
1. | USA 18.3 % | USA 16.3 % |
2. | Japan 16.5 % | Japan 13.6 % |
3. | Niðurlond 10.1 % | Singapor 8.5 % |
4. | Kina 9.8 % | Teivan 8.0 % |
5. | Hongkong 7.8 % | Kina 7.1 % |
6. | Singapor 7.3 % | Suðurkorea 6.1 % |
7. | Maleisia 5.6 % | Saudiarabia 5.8 % |
8. | Teivan 4.3 % | Maleisia 4.1 % |
[rætta] Hygg eisini at
Lond í Asia |
Afghanistan | Armenia | Aserbadsjan | Barein | Bangladesj | Brunei | Burma | Butan | Eysturtimor | Filipsoyggjar | Georgia | Hongkong | India | Indonesia | Iran | Irak | Ísrael | Japan | Jemen | Jordan | Kambodia | Kasakstan | Katar | Kina | Kuveit | Kirgisia | Kýpros | Laos | Libanon | Maleisia | Maldivoyggjar | Mongolia | Nepal | Norðurkorea | Oman | Pakistan | Russland | Sameindu Emirríkini | Saudi-Arabia | Singapor | Sri Lanka | Suðurkorea | Sýria | Tadsjikistan | Teiland | Teivan | Turkaland | Turkmenistan | Usbekistan | Vjetnam |