Wikipedia:Mánaðargreinin/februar 2008
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Føroya løgting, Føroyska tjóðartingið, er eitt av minst trimum tingum, sum ger krav uppá heitið Heimsins elsta ting. Hin bæði eru í Íslandi og Isle of Mann. Øll eru tey stovnað av víkingum, og elst upp á hvønn sín máta. Altingið í Íslandi er elsta ting í einum sjálvtøðugum landi. Tynwald er elsta ting, sum ongantíð er niðurlagt. Og Føroya løgting varð stovnað fyrst.